Sjálvhjálparbólkar í ADHD felagnum

Okkara vælumtóktu sjálvhjálparbólkar byrja aftur í vár – ella so skjótt teir eru fullteknaðir.

Tilmelding er leypandi, og tú kanst melda teg til við at skriva til tilmelding@adhd.fo

Bólkarnir eru vanliga í 6–9 ferðir, og í hvørjum bólki eru oftast umleið 8 luttakarar max 10 luttakarar.

Hevur tú staðfest ADHD/ADD, kann tað hava stóran týdning, at luttaka í einum bólki saman við øðrum í somu støðu. Her fært tú møguleika at tosa við onnur, sum skilja, hvussu tú hevur tað, og at deila tankar, avbjóðingar, kenslur og royndir. Samrøður í bólki kunnu geva bæði stuðul, hjálp og vegleiðing í gerandisdegnum.

Sjálvhjálparbólkarnir verða hildnir í hølunum hjá ADHD-felagnum í MEGD húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn, og bólkarnir eru altíð leiddir av fakfólkum.

Kostnaður:

  • Kostnaðurin fyri kvinnubólkin og mannfólkabólkin er kr. 300,-
  • Kostnaðurin fyri foreldrabólkin er kr. 200,- per foreldur
  • Børn og ung er ókeypis
  •  

Nær eru bólkarnir:

  • KVINNUR:                 mánadagar kl. 17:00-19:00
  • FORELDUR:             mánadagar kl. 19:30-21:30
  • BØRN:                         mikudagar kl. 14:30-16:45 (uml. 9-14 ár)
  • UNG:                           mikudagar kl. 17:00-18:45 (uml. 14-22 ár)
  • MENN:                        mikudagar kl. 19:00-19:00

Vit leggja stóran dent á tryggleika og trivnað í bólkunum. Tí verða allir luttakarar kunnaðir um tagnarskyldu – hvat tagnarskylda er, hvussu tagnarskyldan verður hildin, og hví tagnarskyldan er so týdningarmikil.

Hevur tú spurningar ella ynskir meira kunning, kanst tú skriva teldupost til adhd@adhd.fo ella ringja á telefon 228898.