Hevur tú hug at luttaka í einari verkætlan, um hvussu tað er at vera vaksin við ADHD, og at vera á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum?
Barbara Krossteig, sum er ergoterapeutur og nú lesur Heilsuvísind á Fróðskapasetur Føroya skrivar í løtuni eina master ritgerð um júst hetta, og havi í tí sambandi tørv á luttakarum til einstaklinga samrøður um evnið. Gransking hevur verið gjørd innan hetta evnið, í størri vesturlendskum londum, tó ikki í smærri londum sum Føroyar. Tí er endamálið við hesari verkætlan, at kannað hvussu vaksin við ADHD uppliva at vera á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Ynski er, at luttakarnir:
- Eru 25 ár ella eldri.
- Hava fingið staðfest ADHD antin sum barn ella sum vaksin.
- Hava samalagt minst 3 ár av arbeiðsroyndum. Tað merkir ikki, at tú nýtist at hava arbeitt samanhangandi 3 ár sama stað, men at tú t.d. yvir eina árarekkju hevur arbeitt samanlagt 3 ár. T.d. kann tað vera vegna barsil, skúlagongd, sjúkramelding, skift av arbeiði o.s.f. ið hevur avbrotið arbeiðsgonguna. Tó er krav at arbeiðsroyndirar eru meðan tú hevur búð í Føroyum.
- Hevur búð í Føroyum stórsta partin av lívinum. Tó er í lagi um tú t.d. hevur tikið útbúgving uttanlanda ella hevur arbeitt uttanlanda í styttri tíðarskeiðir.
Samrøðan verður í trúnaði, og tú eru navnleys/ur í ritgerðini. Sjálv samrøðan verður bandað og goymd, so eingin óviðkomandi sleppur framat tilfarinum. Í útskriftunum av samrøðuni vera nøvn, staðarnøvn, føðingardagar ella eyðsýnd eyðkenni anonymisera, sum merkir, at ongar upplýsingar kunnu førast aftur til teg. Eftir próvtøkuna 19.06.2026, verður ljóðfílan av upptøkuni burturbeind. Navnleysu samrøðuútskriftirnar verða goymdar í dátugoymslu hjá Fróðskaparsetrinum, sum lýkur øll krøv til trygga varðveitslu av viðkvæmum dátum, so tilfarið kann nýtast til framtíðar gransking innan neurodivergens og arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Er tú áhugað/ur ella hevur spurningar so set teg í samband við Barbaru á 2018.314@student.setur.fo og hon svarar skjótast gjørligt.


