Eitt lív við óviðgjørdum ADHD leiðir ofta til rúsnýtsluórógv og kriminalitet
Av teimum 12 viðskiftafólkunum, sum eru inni ísenn, er altíð onkur við ADHD, onkuntíð eru tey fleiri. Harumframt hava vit eisini havt viðtalur við fangar í Mjørkadali, sum longu eru endaði í kriminaliteti. Tað sigur virkandi leiðarin á Blákrossheiminum. Har eru tey farin at gera snarkanningar fyri ADHD, av fólkum, ið koma til viðgerðar fyri …. Continue Reading
ADHD: gentur og kvinnur yvirsæddar
Í miðal fáa gentur staðfest ADHD fýra ár seinni enn dreingir. Tey klassisku ADHD teknini eru ikki líka sjónlig hjá gentum, sum ofta venda ADHD inneftir, og tí varnast man ADHD hjá dreingjum fyrr. Seinastu árini hava fleiri og fleiri vaksnar kvinnur fingið staðfest ADHD, tað mest vanliga tá tær eru í 30-40-50’unum. Og ofta …. Continue Reading
4. august: ADHD kafé í Suðuroy
Vit gleða okkum til ADHD kafé á Tvøroyri í morgin Skráin:14:00 Bjørg Dam greiðir frá um sjálvhjálparbólkar og ADHD kaféir14:30 Poula Patursson sigur frá síni uppliving í foreldrabólki14:45 Steðgur15:00 Erhard Joensen sigur frá um sítt ADHD 15:30 Kjak og spurningar16:00 Liðugt Vit vóna at finna nøkur sjálvboðin at hjálpa okkum við tiltøkum og virksemi um …. Continue Reading
20 ára gamla Fríða megnaði flott miðnámsprógv
Sum 15 ára gomul fekk Fríða staðfest ADHD. Fólkaskúlatíðin var hørð, og Fríða var sera lítið í skúla í 7-9. flokki. Fríða megnaði tó at fara til próvtøkur og fekk eisini fólkaskúlaprógv. Í juni í ár fekk 20 ára gamla Fríða studentsprógv á Glasir við einum sera flottum miðaltali. Fríða hevur nærum bara 12-tøl í …. Continue Reading
Sjálvhjálparbólkar
Hevur tú hug at luttaka í okkara sjálvhjálparbólkum? Bólkarnir byrja aftur í viku 37 ella tá tað er fullteknað. Vit hava leypandi tilmelding – Tekna teg nú, so fært tú boð, tá næsti bólkurin byrjar. Intro bólkarnir eru hesir: Treytirnir fyri luttøku á sjálvhjálparbólki hjá ADHD-felagnum eru: Bólkar fyri børn, ung, kvinnur og menn: at …. Continue Reading