ADHDtilvit 2025: Spurningar í samband við at seta orð á avleiðingar:
Hjálpið okkum at seta orð á avleiðingar við ov seinari útgreining. Vit vilja savna svørini og vísa politiska mynduleikanum tey og velja nøkur burturúr at vísa á miðlum. 1000 takk um tú útfyllir og sendir okkum á adhd@adhd.fo. Øll svørini verða viðgjørt í stórsta trúnaði og ónavngivin. Send svørini til adhd@adhd.fo
Leinkja stroymingina av ADHDvitan 23.august
Tiltakið byrjar kl. 15 og endar kl. 17:30. Steðgur verður miðskeiðis.
ADHDvitan2 – ADHD og matur
Leygardagin 23. august kl. 15:00–17:30 hava vit ókeypis tiltak í Auluni í Finsen. Kom og lurta, tá Poula Patursson, kliniskur dietistur, fer at halda ein spennandi fyrilestur um sambandið millum ADHD og matin, vit eta. Hvussu ávirkar matur okkara evnir at hugsavna okkum, finna ró og stýra kenslum? Og hvat hevur hetta við ADHD at …. Continue Reading
Sjálvhjálparbólkar
Okkara vælumtóktu sjálvhjálparbólkar byrja aftur eftir summar ella tá teir eru fullteknaðir. Hevur tú meldað til? Leypandi tilmelding er á tilmelding@adhd.fo Hvussu ofta eru bólkarnir? Bólkarnir eru 6 – 9 ferðir. Hvussu nógv eru í hvørjum bólki? Vanliga eru 8 luttarar í bólkinum og max 10. Hví skal eg luttaka í bólki? Hevur tú staðfest …. Continue Reading
Ársfrágreiðingin 2024
Ársfrágreiðingin frá ADHDfelagnum fyri 2024. ADHD felagið 2.0 Nevndin er nú samd í at seta flugubein við #Viðurkenning. Hetta er tí at vit í 2019 settu okkum tað sum mál, at vinna ADHD og ADD viðurkenning frá føroyska samfelagnum. Hetta var ein heilt onnur tíð har ADHD/ADD sera sjáldan varð tikið upp á tungu. Eingin …. Continue Reading





