Fyrsta ADHDkaféin í 2025
Sunnudagin 2.februar kl.15 er ársins fyrsta ADHDlimakafé í MEGD. Fleiri enn 200 fólk hava fingið staðfest ADHD/ADD seinastu mánaðirnir úti á LS. Tí fara vit at hava opið hús fyri nýggjum og gomlum limum í morgin í MEGD. Kenna tit onkran, ið hevur fingið staðfest ADHD/ADD bjóðið endiliga viðkomandi at koma við. Nýggir og gamlir …. Continue Reading
Maiken er okkara samskipari
Nú okkara felag er voksið til at verða eitt av størstu felagnum í landinum við nærum 700 limum, hevur nevndin valt at seta ein samskipara. Nevndin hevur sett Maiken á Mýrini í starv sum samskipari hjá ADHD felagnum nakrar tímar um vikuna. Maiken hevur sitið í nevndini í ADHD felagnum í 5 ár og var …. Continue Reading
Bera & vinkonurnar
Mikudagin 20. november var felagið við til móttøku av bókini & , sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað. Bára sigur soleiðis: Eitt heystkvøld fyri 3 árum síðani fekk eg hugskotið til hesa bók. Uttan at eg sjálv ætlaði tað, kom søgan til mín, á besta ADHD – hátt, næstan orð fyri orð. Søgan um & snýr …. Continue Reading
ADHD: Eitt orkestur uttan dirigent
Greinin er skrivað av Fríðu á Mýrini At hava ADHD er sum at hava eitt orkestur, ið roynir at spæla uttan dirigent. Soleiðis sigur Thomas E. Brown, Ph.D. í kliniskari sálarfrøði á Yale University, sum er serfrøðingur í at útgreina og viðgera ADHD hjá fólkum í øllum aldrum. Hann greiðir frá, at vit kunnu ímynda …. Continue Reading
ADHD tilvitanarmánaði 2024
“Soleiðis læra vit best” Oktober mánaður er ADHD tilvitanarmánaður, og sum vanligt skipaði ADHDfelagið fyri tiltaki týskvøldi. Endamálið umframt at skapa tilvit, er eisini at framleiða lætttilgeingiligt tilfar um ADHD og ADD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum. Hetta við at stroyma og goyma framløgurnar á miðlasavninum á ADHD.fo. Ársins evnið er “Øll …. Continue Reading






