Fakta um ADHD/ADD
ADHD er eitt neuropsykiatrisk órógv, sum stendur fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder (Uppmerksemis Mangul Hyperaktivt Órógv) og er sum aloftast genetiskt.
ADHD er eitt dimensionelt menningarórógv, sum merkir, at ein kann vera nógv merktur ella eitt sindur.
Órógvið seinkar menningina av teimum eksekutivu funktióninum í heilanum sum stýra uppmerksemi, impulsstýring og aktivitetstig. Um aktivitetsstigið (hyperaktiviteturin) er ov høgt er talan um ADHD, og er tað lágt er talan um ADD. Í dag skynir fagligheitin aloftast ikki ímllum ADHD og ADD, og dekkar tí hugtakið ADHD fyri ADD eisini.
Ein tummilsregla er, at menningin er seinkað 30%. Tað vil siga, at eitt 15 ára gamalt barn megnar t.d. at hugsavna seg sum eitt 10-11 ára gamalt. Men við at seta tíðliga inn við viðgerð, hjálp og tillaginum ber til at styrkja menningina so barnið mennist meira aldurssvarandi. Við vitanini í dag, kann barnið læra at kompensera og brúka aðar háttir at stýra sínari atferð.
Hagtøl:
Sambært WHO hava 5% av øllum børnum og 2,5% av vaksnum ADHD. Tølini í Íslandi eru væl hægri uml. 10%, helst tí genpuljan er so lítil.
Roknað á hesi tøl, hava umleið 1500-2000 fólk í Føroyum ADHD. Vit meta, at umleið 10.000 fólk í Føroyum hava ADHD tætt inn á lívið hvønn dag, hetta verið seg nærmasta familja og fakfólk, so sum lærarar, námsfrøðingar og onnur innan almennar veitingar og tænastur.
Størsti parturin av teimum við ADHD í Føroyum vita tað ikki, og fáa tí onga viðgerð. Tey sum fáa viðgerð, fáa oftast bert medisinska viðgerð og ikki kognitiva viðgerð so sum sosialpædagogiskan stuðul, foreldra- og familjuráðgeving, psykologterapi, Dialektisk atferðarterapi (DAT), stuðulsbólkar o.líkn., ið faktligheitin metir er helvtin av viðgerðini.
Útlitini døpur uttan viðgerð.
Útlendsk haggtøl vísa, at livitíðin hjá fólkum við ADHD í meðal 12,5 ár lægri enn vanligt, tí uttan viðgerð megna nógv ikki at fóta sær, men enda í samfelagsins lágu rókum ella skuggasíðum.
Tíbetri finnast sera góðar viðgerðir, ið hjálpa so mikið væl, at lívið við ADHD kann gerast líka langt og gott sum vanligt. Tí er tað alneyðugt, at vit úgreina og viðgera fólk í Føroyum.
FØROYSKT TILFAR um ADHD
Vit ynskja at framleiða tilfar á føroyskum, sum tekur støði í avbjóðingum og møguleikum ein hevur við ADHD í Føroyum. Vit ynskja at lýsa ymsu skipanirnar, serskúlatilboð, dagstovnatilboð, viðgerð og almennar veitingar, umframt finna áhugaverd hagtøl, ið fyriliggja. Hetta er eitt størri arbeiði, og tí vænta vit at tilfarið tekur nakað av tíð at framleiða.
Psykatriski depilin hevur ymiskt tilfar her
GOTT TILFAR Á DONSKUM
Okkara systrafelag í Danmark hevur sera nógvar og góðar greinar um ADHD og lívið við ADHD hjá eitt nú børnum, syskum, vaksum, makum osf. Har eru bóklingar, kunningartilfar, vegleiðingar og filmar um ADHD ætlað bæði til persónar við ADHD, avvarandi, fakfólkum og mynduleikum.
Leinkja til ADHD felagið í Danmark
,