Limakafé er hvønn 1.sunnudag kl.15 í mánaðinum, undantikið august og januar!

Minst til at seta X í kalendaran!

Endamálið við okkara limakafé er at møtast og hugna sær við øðrum limum. Eisini hava vit spennandi og læruríkar framløgur frá fakfólkum og lívssøgur frá ADHD’arum ella avarðandi. Vit leggja skránna fyri Limakaféirnar út nakrar dagar undan her á heimasíðuni og á sosialu miðlunum.