Yvirlit yvir tiltøk í 2026 (fyrivarni verður tikið fyri broytingum)
- 1.feb ADHD Limakafe í Megd. Nýggir limir vælkomnir.
- 21.februar Aðalfundur á Hilton. Skrá smb. viðtøkunum. Gestur: Beinta Bak Simonsen, barnafysioterapeutur “Moyggjabitin og Sjóhesturin” ein vegur til betri trivna gjøgnum kroppin
- 1.mars ADHD limakafé
- 11.apríl ADHDvitan í Finsen kl. 15-17:30. Tórunn Ósá,
- 5.apríl ADHD limakafé
- 3.mai ADHD limakafé
- 7.juni ADHD limakafé
- 5.juli ADHD limakafé
- August/september ADHDvitan
- 6.sept ADHD limakafé. Bárður Persson
- ADHDtilvitanarmánaður: ADHD og kvinnur
- 4.okt ADHD limakafé
- 22.oktober ADHDtilvitanarmánaður
- 1.nov ADHD limakafé
- november ADHDvitan
- 6. des ADHD jólakafé
ADHD limakafé
Fjórða árið á rað skipa vit aftur í 2026 fyri limakafé fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði kl. 15:00, undantikið í januar og august.
Endamálið við limakafé er, at limir kunnu savnast til eina hugnaliga løtu og byggja netverk, deila royndir, tankar og fáa meira vitan, sum er við til at hjálpa í gerandisdegnum.
Ofta bjóða vit onkrum at hava framløgu um okkurt aktuelt evni, ella einum við ADHD at fortelja sína persónligu søgu.
Limakaféirnar eru bert fyri limir, og til ber at gerast limur á staðnum.
Limakaféirnar eru oftast í MEGD-húsinum, men vit stremba eftir at hava eina ADHD limakafé í Klaksvík og Suðuroy árliga.
At ADHD limakafé altíð er fyrsta sunnudagin í mánaðanum er fyri at tað skal verða lætt at minnast. Vit vóna, at familjur fara at gera sær til vana at fara á ADHD kafé fyrsta sunnudag í mánaðinum.
ADHDvitan
Er heitið á okkara nýggjasta átaki, ið byrjaði í 2025. ADHDvitan er ein evnisdagur, har vit bjóða granskarum, fakfólkum og øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina innan evnir, ið hava við ADHD at gera.
Endamálið er at breiða nýggjastu granskingina og fakligu vitanina um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum.
Málið er at hava trý ADHDvitan árliga. Tiltøkini verða stroymd og goymd í okkara vitanarsavni, ið liggur alment á adhd.fo.
Á hendan hátt er ADHD-felagið við til at gera alment viðurkenda og nýggjastu vitanina lætt atkomuliga fyri okkara limir og okkum, sum arbeiða fyri at betra um korini hjá fólkum við ADHD í Føroyum.
ADHDvitan er sostatt ein virðismikil og týdningarmikil liður í okkara arbeiði at breiða ADHDtilvit.
Tiltøkini eru oftast í MEGD-húsinum, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.
(Til ber eisini at fara inn eftir Jøkulsstræti, beint yvirav Grønlendingahúsinum).
