ADHD Rundferð í Føroyum frá november 2019 – vetur 2022 (longd vegna koronu)
Rundferðirnar eru hesar dagar* :
- Komandi
- Suðuroy – í VB høllini í Vági 8.apríl 2022 kl. 17.30
- Sandoy / Meginskúlin
- Streymoy – Tórshavnar kommuna
- Hava verið
- Norðuroyggjar – í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík í juni 2021
- Eysturoy – Sunda kommuna i januar 2020
- Vágar – Sørvágur- november 2019
*dagarnir kunnu broytast
Endamál: Í 2019 avgjørdi nevndin at arbeiða við 10 ítøkiligum málum, fyri at náa endamáls felagsins.
Ein táttur fyri at røkka málunum er ein rundferð í Føroyum.
Rundferðin eru kunningarfundir í 6 økjum í Føroyum komandi árið, har endamálið er, at breiða tilvit av ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólkið. Tí einans við viðurkenning og fakligari vitan, ber til at skapa rættar tillagaðar fortreytir og karmar, ið tryggja trivna, bata og menning hjá menniskjum við ADHD.
Evnisdagurin er almennur og ynskiligt er, at tað eru vit saman við teimum einstøku kommunum, ið skipa fyri. Á evnisdegnum eru framløgur og fyrilestur um børn og vaksin við ADHD. Aftanná verður møguleiki, at luttakarnir kunna fara í bólkar, har teir fáa møguleika at tosa og spyrja í einum minni høpi.
Tiltakið verður almannakunngjørt og innbjóðingar verða sendar øllum stovnum, kommunum, fjølmiðlum og áhugabólkum.
Samstarv við kommunurnar. Úti um í samfelagnum hava kommunurnar ein sera týðandi leiklut tá tað kemur til ADHD, tí ynskja vit at samstarva við lokalu kommununa um ADHD dagin.