ADHD felagið er eitt av Føroya stórstu feløgum við fleiri enn 750 limum (2025) Felagið er sera virkið og bjóðar limunum m.a.

ADHDvegleiðing
Sjálvhjálparbólkar
Lukkaður facebookbólkur fyri limir
ADHDlimakafé
ADHDvitan
Limabræv
Kunning á heimasíðu og sosialu miðlunum
Føroyskt tilfar um ADHD/ADD
ADHDmegnartak ráðstevna
Ymsir fyrilestrar um ADHD/ADD.
Umframt eina sjónliga og árvakna umboðan, ið áhaldandi arbeiðir fyri fleiri rættindi, viðurkenning og upplýsing.

Limir
Einki felag uttan limir! – Við at melda teg sum lim, ert tú við til at leggja enn ein sera týðandi stein á varðan. Melda teg sum lim her
Varðin er hann, sum vísir veg, sum vegleiðir og sum tú kanst lena teg at, tá á stendur. Varðin sæst úr øllum ættum, og tryggjar at okkara gøta er væl kend, upplýst og tilvitað, so eingin longur nýtist at fara skeivur, ganga uttan mið ella mál, ella í ringasta føri ganga út av eggini. Tað var Livar Joensen, ið málaði felagið sum varðar á ADHDplakatini.

ADHDplakat 2022 Livar Nysted

Hvør kann gerast limur í ADHDfelagnum?
Øll kunnu gerast limir, einstaklingar eins og stovnar, ið kunnu taka undir við endamáli felagsins, og sum kunnu gjalda tað av aðalfundinum ásetta limagjald. Melda teg sum lim her

Nevndin:
Nevndin er kjarnin í felagnum og vit leggja nógv í felagsskapin og nevndararbeiði, tí skal tað verða stuttligt, viðkomandi, styrkjandi og læruríkt at sita í nevnd í ADHDfelagnum.
Nevndin er mannað av 7 avvarandi og havandi ADHD/ADD, umframt 2 tiltakslimum.

Søgan:
ADHD-felagið varð stovnað í 1995, ella sum tað tá at, MBD/Damp-felagið. Eftir at hava ligið stilt í nøkur ár, varð felagið endurstovnað í 2009, og fekk tá navnið ADHD-felagið.

Endamál felagsins er:

  • At virka til gagns fyri fólk við ADHD
  • At geva foreldrum, avvarðandi og persónum við ADHD møguleika at koma í samband við líkastillað.
  • At varpa ljós á ADHD.
  • At virka fyri optimalum møguleikum fyri fólk við ADHD
  • At fremja samarbeiði millum foreldur, avvarðandi, stovnar, læknar, skúlar, arbeiðspláss og onnur, ið hava við fólk við ADHD at gera.
  • At fylgja við gransking og viðgerð.
  • At luttaka í samarbeiði í norðurlendskum høpi.
  • At virka fyri, at tilboð verða til fólk við ADHD og teirra avvarðandi.

Fíggjarviðurskifti
ADHD felagið fær í 2025 350.000kr av fíggjarlógini at reka ADHD vegleiðing og sjálvhjálparbólkar fyri. Aðrar inntøkur eru frá limagjaldi, stuðli, gávum, og vit søkja m.a. limagrunnin hjá MEGD til verkætlanir, tiltøk, útgávur o.a.
Í 2024 komu vit í við stuðulshópin hjá Team Rynkeby Føroyar, ið stuðlaði við 150.000kr.

Vit ynskja, at økja um limatalið og vaksa um okkara virksemi innan kunning, ADHDvitan, ráðgeving, leita fram føroysk hagtøl, hava fleiri sjálvhjálparbólkar og áhaldandi royna at ávirka politisku skipanina, soleiðis at útgreining, viðgerð og tilboð gerast nógv betri, enn tey eru í dag.


Trygt og burðardygt felag.
Nevndin, sum tók við í 2019 tók eina týdningarmikla strategiska avgerð, um at felagið skal kunna skalera, skal kunna megna at seta nevndarfólk við og sostatt burðardygt. Tað gera vit við at arbeiðið, leiðslan og grundarlagið er væl skipað hetta við góðum fundarfrágreiðingum, tryggum kt-skipanum, skrivaðum mannagongdum, góðum hølisviðurskiftum, gjøgnumskygd, og at primeru uppgávurnar er løntar (um ikki annað symbolskt). Tí er vegleiðingin, sjálvhjálparbólkarnir og samskipanin lønt, umframt at nakrar verkætlannir eisini verða løntar. Hettar hevur víst seg at verða ein góð strategi, tí nevndirnar hava verið stabilar, tilboðini og tiltøkini blíva fleiri og betri umframt at limatalið heldur áfram at vaksa.
Við góðari arbeiðskraft, ið klárar at tryggja stabilitet, góðsku og trygd klára vit at gera Føroyar til eitt betri land fyri fólk við ADHD/ADD og familjum teirra

Bústaður
ADHD-felagið
MEGD húsið
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn.
Føroyar
Forkvinnan: tlf. 211428
ADHDvegleiðingin: tlf. 202303 (mán,mik,frí kl.8-13)
Teldupostur: adhd@adhd.fo

Kontonummar
Betri banki: 9181 4440120
IBAN: FO8991810004440120
EIKBFOTF

V-tal
451398