Góðkendar á stovnandi aðalfundi 18. november 1995
Broytt á aðalfundi 31. mai 1997
Broytingar á eykaaðalfundi 12. september 2009

§ 1 Navn
Navn: ADHD-felagið
Heimstaður: Hjá formanni felagsins

§ 2 Endamál
Endamál felagsins er at bøta um korini hjá fólki við ADHD, herundir
At virka til gagns fyri fólk við ADHD
At geva foreldrum, avvarðandi og persónum við ADHD møguleika at koma í samband við líkastillað.
At varpa ljós á ADHD.
At virka fyri optimalum møguleikum fyri fólk við ADHD
At fremja samarbeiði millum foreldur, avvarðandi, stovnar, læknar, skúlar, arbeiðspláss og onnur, ið hava við fólk við ADHD at gera.
At fylgja við gransking og viðgerð.
At luttaka í samarbeiði í norðurlendskum høpi.
At virka fyri, at tilboð verða til fólk við ADHD og teirra avvarðandi.

§ 3 Limir
Øll kunnu gerast limir, einstaklingar eins og stovnar, ið kunnu taka undir við endamáli felagsins, og sum kunnu gjalda tað av aðalfundinum ásetta limagjald.
Um limaskapur verður uppsagdur, má hettar gerast við 1 mánað ávaring, ið so verður at rokna frá roknskaparársins enda.

§ 4 Limagjald
Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum.

§ 5 Ársaðalfundur
Ársaðalfundur er hægsti myndugleiki.
Ársaðalfundurin verður at halda í aprílmánaði.
Eykaaðalfundur verður at halda, tá 1/3 av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskir tað.
Boð um aðalfund ella eykaaðalfund skal lýsast í almennu miðlunum í minsta lagi 14 dagar frammanundan fundin.
Uppskot til aðalfundin ella eykaaðalfundin skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn fundin.
Ársaðalfundurin verður hildin við hesi dagsskrá:

Val av orðstýrara
1. Ársfrágreiðing formansins
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
3. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
4. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
5. Viðgerð av innkomnum málum
6. Val av nevndarlimum
7. Val av grannskoðara
Ymist

§ 6 Avgerðarrættur
Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins kunnu tó bert fáa gildi, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri. Um hetta ikki eydnast, verður boðað til eykaaðalfund. Á eykaaðalfundinum verður vanligur meiriluti galdandi.

§ 7 Nevndin
Felagið verður stýrt av eini 4-manna nevnd og 2 tiltakslimum, sum verða vald á ársaðalfundinum. Stendur á jøvnum í nevndini, tá ið atkvøðast skal, telur atkvøðan hjá formanninum 2 atkvøður.
2 nevndarlimir standa fyri vali annaðhvørt ár, meðan tiltakslimirnir verða valdi á hvørjum ári. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara.
Minst 2 av nevndarlimunum skulu verða avvarðandi at fólki við ADHD ella hava ADHD.
Nevndin kann taka sær serkøna hjálp at arbeiða við ávísum málum, um neyðugt við samsýning.

§ 8 Nevndar- og limafundir
Nevndarfundir verða hildnir minst 6 ferðir um árið og limafundir minst 2 ferðir um árið.
Gerðabók verður førd yvir tað, ið fer fram á fundunum.

§ 9 Roknskapur
Felagið verður teknað av formanni og kassameistara.
Roknskaparárið er kalendaraárið.
Grannskoðaður roknskapur skal seinast 1. mars vera nevndini í hendi.

§ 10 Viðtøkubroytingar
Uppskot um viðtøkubroytingar skal vera nevndini í hendi 4 vikur áðrenn aðalfundin.

§ 11 Avtøka av felagnum
Uppskot um at taka felagið av kann bert koma undir atkvøðu á einum eykaaðalfundi við bert hesum máli á skránni.
Í minsta lagið ¾ av nevndini og ¾ av limunum skulu atkvøða fyri hesum.
Um ikki meiriluti verður fyri avtøku skal, áðrenn 1 mánað, boð verða send um aðalfund, har vanligur meiriluti tá er galdandi.
Ognir felagsins fella til Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.