Tá sonurin fekk diagnosuna ADHD sum 10 ára gamal, valdu vit at verða opin um tað og deila hetta við skúla, vinir og familju.
Orsøkin til, at vit valdu at verða opin um diagnosuna, var einføld: Forstáilsi!
Í fleiri ár sóu vit, at okkurt var øðrvísi við soninum, trupulleikar sum hann hevði, sum bæði hann og vit ikki ordiliga skiltu.
Vit høvdu lært okkum rímiliga væl at liva við hesum, og við at strukturera og fyrireika hann væl uppá ymiskt, so hevði hann ikki somu trupulleikar heima, sum hann hevði í skúlanum.
Tá vit fingu diagnosuna staðfesta, sóu vit á soninum ein lætta, tí hetta var svarið uppá allar hansara spurningar, so sum “mamma, hví blívi eg so lætt illur” ella “mamma, hví havi eg so ring við at sita stillur og lesa” og so framvegis. Somu spurningar, sum vit høvdu sum foreldur. Og óivað sum lærarar og floksvinir eisini sótu við.
Hann ynskti sjálvur at fortelja hetta fyri sínum flokki, og vit avtalaðu við læraran, at hon skuldi hjálpa honum, tí tað kanska ikki er so lætt hjá einum 10 ára gomlum at greiða frá. Men nú hevði hann jú frágreiðingina uppá, hví alt var sum tað var – «Orsøkina» – og hana vildi hann fortelja.
Í hesum sambandi skrivaðu vit eitt bræv, sum vit deildu við læraran og foreldur at børnunum í flokkinum. Sí dømir uppá brøv á heimasíðuni hjá ADHD felagnum við at trýsta her og her!
So er spurningurin: Hvussu hjálpti hetta okkum?
Í skúlanum
Børn eru altso so forbankað skilagóð og umsorganarfull, um tey fáa loyvi til tað. Og flokkurin hjá soninum var einki undantak. Tey tóku sær so væl av honum.
Tá tey til dømis høvdu vikar, sum altíð var ein avbjóðing fyri sonin, tóku tey sjálvi stig til at greiða vikarinum frá um sonin. Ein vikarur kemur jú inn í ein flokk, har hann ikki altíð kennir børnini og tann struktur og vanar, sum flokkurin hevur, og tí verður alt brádliga broytt, og alt tað forútsigiliga forsvinnur. Her komu til tíðir ógvusligar reaktiónir frá soninum, og hann kundi millum anna rýma út. Men nú fóru floksfelagirnir at tosa við vikarin og greiddi frá, hvussu sonurin hevði tað, og hvussu vikarurin kundi hjálpa honum best. Ikki altíð tað eydnaðist so væl, men sum oftast, er mær fortalt. So elskuligt og hjartanemandi
Skúlin gjørdi ein krók í skúlastovuni, sum sonurin kundi trekkja seg, um tað bleiv ov nógv.
Vóru broytingar, sum tey kendu til, so boðaðu tey okkum frá beinanvegin, so vit kundi greiða soninum frá og fyrireika hann uppá tað.
Hann fekk ein stein í skúlagarðinum, sum bleiv hansara «Free zone». Bæði børn og vaksin vistu, at tá sonurin hevði sett seg har, so hevði hann brúk fyri friði, og tá skuldi eingin koma og tosa við hann.
Hetta gekk væl frá 3.-6.flokk, men so komu aðrar avbjóðingar, størri krøv, størri flokkar, verri umstøður til serloysnir og størri munur í menning hjá honum og floksfelagnum. Í dag er hann 14 ár og gongur á Gula skúla, sum hann trívist væl í, tí har hava tey møguleika at møta honum, har hann er.
Familja og vinir
Familja og vinir hava eisini fingið alt at vita um diagnosuna hjá soninum. Tá vit fara í føðingardagar, sleppur hann at velja, um hann vil koma við. Tá vinir og familja kenna til støðuna, so er lættari at gera avtalur við tey, um tað til dømis er eitt rúm, hann kann trekkja seg inn í. Ofta hevur hann telefon, ipad og oyrabúffar, so hann kann skerma seg eitt sindur frá inntrykkum og stimuli, sum eru í einum føðingardegi. Er føðingardagurin tætt við hjá okkum, kann hann renna heim, tá hann ikki orkar meira. Er tað koyriavstandur, so hevur hann møguleika at seta seg í bilin og hvíla seg. Og alt hetta er í lagi – vit nýtast ikki at forsvara nakað, føla okkum illa ella undarlig, tí vit hava verið opin um tað allatíð, og tað er blivin ein natúrligur partur av okkum og teimum nærmastu um hann.
Síðsta ár bleiv hann fermdur. Hann ynskti ikki at hava eina veitslu, men bara ein døgurða við okkum foreldrum, stórisystir og ommum og abbum. Hann gjørdist tíverri sjúkur á fermingardegnum, so hann bleiv fermdur fríggjadagin aftaná, har bara hann, prestur og vit vóru til staðar. Deiliga persónligt og hugnaligt, og hann var ikki drenaður aftaná.
Fyri okkum føla vit, at opinleikin hevur gjørt tað, at vit ikki nýtast at burtforklára okkum og forsvara, tá hann ikki megnar at verða við til ymiskt, ið onnur klára.
Er hann ikki við, ja so koma ikki allir spurningarnir og kommentarir so sum: Hvar er hann í dag? Orkaði hann ikki í dag? Tit burdu roynt at fingið hann við? Er tað ikki keðiligt at hann ikki er við? Og so framvegis.
Og tá hann er við, so sigur eingin við hann: Nú, hví er tú ongantíð við? Langt síðan vit hava sæð teg, hví vitjar tú ikki? Og so framvegis. Hetta kundi stressa bæði hann og okkum.
So fyri okkum hevur opinleikin verði tað rætta!