Limakafé: Eg vildi vera tann lærarin, eg sjálv ikki hevði
Seinnapartin vóru vit umleið 25 fólk til limakafé hjá ADHD-felagnum, har Rúna Nón Bjartalíð opið og erligt fortaldi um sítt lív við ADHD. Í skúlanum hevði hon trupult við at sita still, fekk ofta skyldina fyri ymiskt og kendi seg ikki sædda. Ein serliga rørandi løta var, tá hon fortaldi um dreymin at gerast lærari …. Continue Reading
ADHD tilvit 2026: Kvinnur og ADHD
ADHD hjá kvinnum sær ikki líka út. Tí verða gentur við ADHD ofta yvirsæddar. Tær órógva kanska ikki í flokkinum. Tær sita stillar. Royna at fylgja við. Royna at passa inn. Og brúka nógva orku upp á at fáa tað at síggja út, sum um tær hava tamarhald á øllum. Í miðal fáa gentur staðfest …. Continue Reading
Væleydnað limakafé við Bárði Persson
Í dag hevði ADHD-felagið eina sera væleydnaða limakafé, har eini 20 fólk vóru komin saman at lurta eftir Bárði Persson fortelja opið og persónligt um sítt lív við ADHD og autismu. Bárður fekk staðfest ADHD fyri fimm árum síðani og Asperger fyri fimm mánaðum síðani. Hann tók okkum við aftur í barnaárini, har hann hevði …. Continue Reading
Hvør skal hava ársins ADHD viðurkenning?
HVØR SKAL HAVA ÁRSINS ADHD-VIÐURKENNING 2026? Sum vant fara vit aftur í ár at varpa ljós á ADHD allan oktober mánaða. Kennir tú onkran, sum hevur gjørt ein serligan mun fyri fólk við ADHD? Tað kann vera ein fakpersónur, lærari, eldsál, ein við ADHD, sum hevur varpað serligt ljós á ADHD – ella onkur heilt …. Continue Reading
Tiltak um kost og ADHD í august 2025
22. august 2025 var eitt ADHD-vitan tiltak í Finsen um kost og ADHD. Poula Patursson, kliniskur dietistur og næstforkvinna í ADHD felagnum hevði framløgu grundað á gransking. Framløgan var upplýsandi, har fokus var á, hvussu matur og liviháttur kunnu ávirka fokus, orku og trivnað hjá bæði børnum og vaksnum við ADHD. Á tiltakinum varð greitt …. Continue Reading







