– Vit fegnast um, at blaðið Kvinna hesaferð fer í dýpdina við evninum um kvinnuna við ADHD.
Kvinnan við ADHD hoyrir til ein samfelagsbólk, vit ongantíð ella sera sjáldan hoyra nakað til.
Kvinnan við ADHD hevur ofta haft eitt óneyðuga strævið lív. Hennara
óviðgjørda ADHD ger, at hon helst hevur eisini fingið tunglyndi og
angist at dragast við. Hon hevur fingið ella kanska fær enn viðgerð fyri
tunglyndi, men viðgerðin riggar ikki væl, tí orsøkin er ADHD og einans viðgerð fyri ADHD hjálpir!
WHO metir at 2,5 % av vaksnum hava ADHD. Í Íslandi er talið væl hægri eini 5%. Í Føroyum hava ikki nógv vaksin fingið staðfest ADHD og tí kann hugsast, at sera nógv ganga og hava tað ringt, uttan at vita hví og uttan at fáa viðgerð.
Tey allar flestu vaksin, sum hava fingið viðgerð fyri ADHD siga seg hava fingið eitt nýtt og betri lív. Tey finna forkláring uppá seg sjálvan, tey fáa ein amboðskassa og tey kunna finna saman við øðrum líkum – hoyra til, blíva skilt og týdningarmiklast, læra betri at gagnnýta serligu evnini ADHD gevur!
Tað tey fækstu vilja ella tora, er at fortelja umheiminum um diagonosina, tí so nógvir fordómar eru knýttir at ADHD og tað er so stigmatiserað. Upplýsing og at viðgera evnið opið, er besti háttur at jarða fordómarnar.
Vit arbeiðir áhaldandi við at fáa miðlar at varpa ljós á ADHD. Seinast var tað skúlablaðið, ið skrivaði um skog Kvinna er upplagdur miðil, at kasta ljós á ókendu kvinnuna við ADHD.
2 kvinnur siga sína lívsøgu og sjúkrarøktarfrøðingurin Julia Feilberg Zachariassen greiðir so sera væl frá, hvørjar vanligastu abjóðingarnar kvinnur við ADHD hava, og hvat má gerast fyri at hjálpa. – men leggur eisini dent á, hvør vinningurin varð fyri samfelagið, um fleiri fingu hjálp og fyrr hjálp.
Vit takka Kvinnu stórliga fyri hesar sera upplýsandi og áhugaverdu greinar!