Author: Bjørg Dam

“Eg havi brølandi ADHD” – hjálpin má koma fyrr

0 commentsGreinarADHD heilivágurRúsevnirRættstundis útgreiningTilmæli

Íkast til kjakið um rúsevnismisnýtslu: Altjóða gransking og føroyskar royndir vísa eitt týðiligt samband millum ADHD og rúsevnistrupulleikar. ADHDfelagið heitir á landsstýrið um at raðfesta rættstundis útgreining og hjálp, seta ferð á tilmælini í rúsevnisætlanini og styrkja samstarvið millum psykiatriina og viðgerðarstovnarnar. »Eg havi brølandi ADHD.« Soleiðis sigur Leivur í dokumentarinum hjá KVF, Leivur vil ….  Continue Reading

Kvinnur og ADHD/ADD – tað tú ikki sært

0 commentsADHD/ADD hjá kvinnumGreinarTiltøkADHDtilvit 2026ADHDviðurkenningin 2026Bjørg damElin í StórustovuHormonirKatrin KallsbergKvinnur ADHD/addViðurkenning

ADHDtilvit 2026: Kvinnur og ADHD/ADD - tað tú ikki sært

“MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL?” Hon hevur útbúgving, arbeiði og familju. Hon tekur ábyrgd og fær gerandisdagin at hanga saman. Men hvussu hevur hon tað, meðan hon klárar seg? Í ár snýr ADHDtilvit seg um kvinnur og ADHD – tað, tú ikki sært, tá ADHDfelagið bjóðar til alment tiltak í Perluni í Tórsgøtu ….  Continue Reading

Privat ADHDútgreining í Føroyum – hvørjir møguleikar eru?

0 commentsBørn við ADHDBíðikøHvussuPrivatPsykiatriÚtgreining

Vaksandi bíðikøin til útgreining fyri ADHD ger, at ADHDfelagið fær nógvar fyrispurningar frá fólkum, sum kanna privatar møguleikar fyri útgreining í Føroyum. Í Danmark er bíðikøin ein brotpartur av okkara, tí tey seta pening av og gangnýta møguligar loysnir. Sambært tølunum, felagið hevur fingið fyri september 2026, bíða heili 811 vaksin eftir útgreining til ADHD ….  Continue Reading

Limakafé : “Moyggjabitin og Sjóhesturin” – ein vegur til betri trivnað gjøgnum kroppin

0 commentsGreinarBørn og ungFysio-edukatiónlimakafé

Kom og hoyr Beintu greiða frá nýggja venjingartilboðnum til børn og ung. Venjingin fevnir um stuttligan fysiskan aktivitet, umframt fysio-edukatión um nervalagið, heilan og signalstoffini sum hava ávirkan á okkara trivnað. Hesi signalstoffini hava ávirkan á okkara kropsligu signalir so sum hjartabankan, ilt í búkinum, innara óró, svøvnloysi o.a. sum kann verða tekin um eitt ….  Continue Reading

ADHDvitan tiltak í dag

0 commentsGreinar

ADHDvitan tiltak í dag Stóra takk Torunn Højgaard Osa fyri týdningarmiklu granskingina, ið staðfestir týdningin av tíðliga útgreining, bæði fyri at fyribygja stressrelateraðar sálarsjúkur, ið hanga saman við seinari útgreining, og fyri at tryggja javnbjóðis atgongd til skúla, arbeiðsmarknaðin, góða sálarheilsu og lívsgóðsku. Takk Eyðdis Hartman Niclasen, komandi landsstýriskvinna í heilsumálum, og øll tit mongu ….  Continue Reading