Anna Nolsøe Joensen úr Miðvági er 22 ára gomul og hevur ADHD!
– Tað byrjaði at kennast meira trupult at megna gerandisdagin, tá eg fór í framhaldsdeildina.
Anna lá ofta og svav fram eftir borðinum, sat undir borðinum ella
rokaðist í tímanum. Anna kláraði seg væl fakliga í fólkaskúlanum.
Tá hon gekk á fyrsta ári í student í 2012, megnaði hon ikki
skúlagongdina, tí hon lá fyri tað mesta av árinum og svav og mátti
gevast, fyri at fáa tað betri.
Áðrenn Anna fekk staðfest ADHD, hevði hon tað sera trupult, og tað var hart, tí hon visti ikki hvat bagdi – At ikki vita, hvat bagir, er tað harðasta – Hví megnaði hon ikki skúlan og hví var hon ikki glað?
Sum tannáringur, var tað ikki altíð líka lætt. Hon varð kosin “ársins klovn” í fólkaskúlanum, men hesin leiklutur var tó ikki altíð so stuttligur, tí innan í var alt ein ruðuleiki. Anna minnist, at hon helt, at øll høvdu tað líka sum hon, men tá hon fekk staðfest ADHD í 2014 og fekk heilivágsviðgerð, skilti hon, at soleiðis var tað ikki.
Tá
Anna fekk staðfest ADHD vóru kenslurnar blandaðar. Hon hevði áður fingið
staðfest aðrar feil diagonosur og var tí so illa fyri, at tað var
torført at góðtaka. Men tá Anna byrjaði at taka heilivág broyttist alt
til tað betra. Áðrenn var tað torført hjá Annu, bara tað at finna ró at
hyggja at einum filmi. Men so ein dagin høvdu mamman og hon sett seg at
hyggja, og tá kendi Anna frið í høvdinum. Nú skilti hon, hvat fólk
meintu við, tá tey søgdu at tey fóru at slappa av og hyggja eftir einum
filmi. Anna minnist, at hendan dagin hugdi mamman meira at henni enn at
filminum.
Nú kendi Anna ein frið á sær, og aftaná ein steðg á 5 ár, byrjaði hon aftur í miðnámsskúla.
Anna hevur nú gingið á HF í 2 ár, og hevur elskað at gingið í skúla.
Tað hevur ongantíð áður verið so lætt fyri hana at fylgja við og at
læra.
Hon kendi ikki til annað enn ikki at megna skúlan – Tí er tað
ein stórur siður fyri meg, at fáa húgvuna á høvdið í dag, eisini seti
eg stóran prís uppá at kunna læra, tí eg veit hvat tað vil siga, ikki at
fáa undirvísingina við.
Vit spurdu Onnu, um hon hevur nøkur góð ráð til tey, sum er í somu støðu sum hon.
– Smá fet, fyrr ella seinni kemur tú á mál á ein ella annan hátt og -Alt til sína tíð.
Eitt orðatak hjá Albert Einsteini, ið liggu hjartanum hjá Onnu nær er: “Øll eru flogvit, men dømir tú ein fisk eftir, hvussu hann dugir at klintra, so fer hann alt lívið at kenna seg býttan.” – Hesi flogvit sleppa einans á flog við røttu hjálpini, tekur Anna til at enda.
Góða Anna. 1000 takk fyri, at tú við tínar vinnarasøgu ert við til at vinna #viðurkenning fyri ADHD.
Hjartaliga tillukku við próvnum og stóra takk fyri at vit sluppu at verða við á tínum stóra degi, sum eisini er ein merkisdagur fyri okkum.
Vit ynskja tær og sjeikinum eina blíða, ríka og fagra framtíð nú tit verða trý! 💙