”Vælkomin til mítt lív” er heitið á nýggjari filmslýsing hjá ADHD felagnum. Vit nærkast endanum á ADHD-tilvitanarmánaðinum, og gleðast vit um at kunna bjóða tykkum vælkomnum til lívið hjá einum við ADHD. Tá tú hevur ADHD, er heilin í støðugari rørslu og megnar illa at tillaga uppmerksemið. Sansaskipanin sansar alt – uttan filtur.
Filmurin vísir eina gerandisstøðu gjøgnum eyguni og oyruni á einum persóni við ADHD.
Ímynda tær, at tú situr á kafé við einari vinkonu, men samstundis sum tú lurtar eftir vinkonuni, sansar tú hvønn andadrátt, hvørt einasta fólk uttanfyri vindeygað, samrøðuna hjá monnunum við grannaborðið, hvønn einasta kaffikopp, sum verður bryggjaður, ljóðið frá útvarpinum og óljóðini frá stólunum, ið verða fluttir á gólvinum.
Tá tú hevur eina sansaskipan, ið hevur trupult við at skilja ímillum tað, sum hon sansar – ja, so arbeiðir tú yvir evni. ”Hví lurtar tú ikki?” er setningurin, sum nógv við ADHD mangan hoyra, og hesin filmurin svarar júst hesum. Heilanum við ADHD vantar eitt filtur, ið sílar óviðkomandi ljóð og inntrykk frá.
Anna Nolsøe Joensen, nevndarlimur í ADHD-felagnum, eigur hugskotið og manuskriptið til filmin. Vit í felagnum vóna, at filmurin gevur innlit í, hvussu tað er at hava ADHD – tí tað, sum filmurin ber fram, er í størri ella minni mun galdandi á øllum pallum fyri tann, sum hevur ADHD. Eitt nú í fólkaskúlanum, á miðnámsskúlanum, fróðskaparsetrinum, arbeiðsmarknaðinum, til frítíðarítriv, viðtalur, fundir og í gerandisstøðum.
Sum Anna Nolsøe Joensen sigur: ”Kunnleiki er lykilin til viðurkenning, og er hetta mín drívmegi. Eg vil gera mítt, so at framtíðar Føroyar viðurkennir teir heilar, ið ikki virka á sama hátt sum aðrir.”
Vit vilja hervið takka tykkum øllum, sum vóru við og stuðlaðu framleiðsluna av filminum. Serliga takka vit Kaffihúsinum, Jónu, Emil, Jóhannisi, Bjørk, Oddbjørg, Rannvá, Hjarnari, Hjalta og Ask.