ADHDtilvitanar mánaðan fara vit at leggja gera góðu framløgurnar út, ið vórðu á ráðstevnuni ADHDtilvit í juni.
Vit byrja við setanarrøðuni hjá Eriku Hayfield, Ph.d. lektari í samfelagsvísindum, sum sera væl greiðir frá ADHD frá einum samfelagsligum sjónarhornið. Hon kemur inn á framíhjárættindini hjá nevrotypiskum, vansan við groupthinking/bólkahugsan og fyrimunin við ymiskhugsandi. Samfelagsligi kostnaðurin av at útihýsa ein stóran bólk og týdningin av at eyðkenna og hjálpa gentum og kvinnum tíðliga.
Erika gevur nøkur boð uppá, hvat skal til fyri at fáa fleiri góð ár á arbeiðsmarknaðinum. Hon nevnir avstigmatisering, sum ein týðandi partur, og at vit gerast tilvitaði um yvirskipaða gagnið av nevrofjølbroytni, tað at menniskju hava ymiskar dygdir og evnir, men eisini, at menniskju krevja ymiskar karmar fyri at gagnnýta síni evnir.
Samfelagið skal verða meir tilvitað um, at nevrotypisk hava ein framíhjárættindi, tí skúlaskipanin og arbeiðsmarknaðurin eru skipaði eftir teimum. Hinvegin hava nevrofjølbroytt ein vansa. Tí skula vit arbeiða inkluderandi og gera tillagingar, fyri at fáa fleiri við.
- Tað kostar samfelagnum sera nógv, tá bólkar verða útihýstir. Eisini er tað bæði óetiskt og elvir til ójavnstøðu.
Groupthinking, bólkahugsan, er hugtak tá einshugsandi arbeiða saman. Tað er ein kappingarfyrimunur, at hava ymiskthugsandi fólk við t.d. í nevndararbeiði.
Ræðandi donsk hagtøl Erika nevnir:
-Av 25 ára gomlum hava bert 33% við ADHD eina miðnámsútbúgving, hetta í mun til 80% av øllum.
-Færri enn 10% hava eina longri útbúgving ímun til 1/3 av restina av fólkunum.
-Yvir 30% av vaksnum menniskjum við ADHD eru í láglønarbólkum, til samanberingar við 7% av øllum.