Sum 15 ára gomul fekk Fríða staðfest ADHD. Fólkaskúlatíðin var hørð, og Fríða var sera lítið í skúla í 7-9. flokki. Fríða megnaði tó at fara til próvtøkur og fekk eisini fólkaskúlaprógv. Í juni í ár fekk 20 ára gamla Fríða studentsprógv á Glasir við einum sera flottum miðaltali. Fríða hevur nærum bara 12-tøl í próvnum.
Sambært donskum hagtølum fáa bert 33% av ungum við ADHD eina miðnámsútbúgving og bert 10% eina longri útbúgving. Hetta er nógv minni enn tey, ið ikki hava ADHD.
ADHD felagið hevur sett 20 ára gomlu Fríðu nakrar spurningar um hennara fólkaskúlatíð og tíðina á Glasir:
1. Kanst tú greiða frá tínum avbjóðingum og nær tú byrjaði at merkja tær?
Eg veit ikki akkurát nær, eg byrjaði at merkja avbjóðingarnar. Eg kláraði meg ordiliga væl í triðja flokki, men støðan broyttist í fimta flokki. Eg haldi at tað má hava verið í fjórða flokki, at alt byrjaði at ganga niðureftir. Tað var sera trupult at fylgja við í tímunum, og eg helt tað vera nógv stuttligari at tosa við síðumannin.
Eg visti ongantíð, um vit høvdu skúlating ella innlatingar fyri, av tí at tað, ið lærarin segði, fór inn ígjøgnum eitt oyra og út gjøgnum hitt. Kanska er rættari at siga, at tað var á veg inn í oyra, men slapp aldrin inn, tí har var alt ov fult inni í høvdinum!
Tað nyttaði heldur ikki at hyggja á vikuætlanina, tí eg hevði langt síðani gloymt, at mann yvirhøvur kundi hyggja inn á har. Harafturat vóru bøkur og heftir mangan gloymd eftir heima. Tá eg so varð biðin um at ganga heim eftir onkrari bók, kom eg í heilum aftur við skeivu bók. Tað tók eisini ómetaliga leingi at ganga heim, tí eg steðgaði upp hvørja ferð, eg sá okkurt áhugavert, so ofta var tímin liðugur, tá eg einaferð kom aftur í skúla.
Eg fekk staðfest ADHD í juli 2019, og tveir dagar seinni byrjaði eg uppá heilivág. Eg var ovurfegin, og eg – eins og fleiri onnur – væntaði, at eg fór at fáa tað betri nú, tá ið eg fekk heilivág. Kortini er tað ikki altíð soleiðis.
Í august sama árið skuldi eg byrja í 9. flokki, men vegna mítt óviðgjørda ADHD megnaði eg ikki skúlan. Vit høvdu eitt ótrúliga gott samstarv við Hoyvíkar skúla. Hvønn dag greiddu mínir lærarar okkum frá, hvat flokkurin hevði gjøgnumgingið, og á tann hátt fekk eg gjørt heimaarbeiðið og latið allar uppgávurnar inn. Eg eri sera glað fyri, at lærararnir vóru so hjálpsamir.
Hóast eg fekk niðursett skema, var eg framvegis alt ov ávirkað av m.a. strongd og sterkum kensluligum reaktiónum. Tí metti skúlin, at eg ikki hevði brúk fyri at verða sett undir uppaftur meira trýst, og varð eg sostatt sjúkrameldað tveir mánaðir eftir skúlabyrjan í 9. flokki og var heima restina av skúlaárinum. Eg vildi so fegin sleppa í skúla hvønn dag, men hetta var júst tað, ið eg hevði tørv á, hóast eg ikki dugdi at síggja tað sjálv.
Eg fekk “heimaundirvísing” og luttók í øllum próvtøkum og fekk mítt 9. flokks prógv.
Tað tók tvey ár og 5 ymisk sløg av heilivági, áðrenn vit funnu tann rætta heilivágin fyri meg. Hesa tíðina brúkti eg eisini uppá psykoedukatión, – at læra meg um mína diagnosu, herundir styrkir og veikleikar við at hava ADHD, umframt hvussu mín gerandisdagur kundi gerast lættari.
2. Hvussu hevur tað verið at tikið miðnám?
Tað hevur verið sera strævið. Av tí at ADHD gevur avbjóðingar við eksekutivu funktióninum, krevur skúlagongdin sera nógva orku hjá einum við ADHD. Tær eksekutivu funktiónurnar eru grundleggjandi funktiónir, ið vit hava tørv á fyri at kunna virka í gerandisdegnum. Tað kann eisini skiljast sum kommandocentralurin hjá heilanum.
Tær eksekutivu funktiónirnar fevna m.a. um evni at regulera uppmerksemi, at hugsavna seg og at varðveita gott arbeiðsminni, meðan ein ger eina uppgávu. Eisini fevna tær eksekutivu funktiónirnar um planlegging og organisering, og tað hevur verið ein trupulleiki hjá mær.
Tað fyrsta árið hevði eg sera trupult við at skipa tíðina, halda skil á mínum heimaarbeiði og hava yvirblik yvir, hvar eg skuldi møta til hvønn tíma, og um nakar blokkur var avlýstur ella broyttur. Tað hevur kravt nógv eyka arbeiði at skapa struktur og yvirlit yvir, hvat skal gerast og nær tað skal gerast, Tá ið mann hevur ADHD, hevur mann ikki líka lætt við at byrja uppá skúlatingini og innlatingar, og tá ið mann so einaferð byrjar, kann tað vera torført at gera tað liðugt og lata inn til tíðina, Tað er eisini hent fleiri ferðir, at eg havi verið liðug við ein stíl fleiri dagar áðrenn stílurin skuldi latast inn, men so havi eg gloymt at latið hann inn.
Ein persónur við niðursettum eksekutivum funktiónunum veit, hvat hann skal gera, men fær oftani ikki útført handlingina.
Sum heild hevur tað verið strævið at ganga á miðnám, men eg eri ómetaliga glað fyri mínar fantastiska góðu floksfelagir, mínar góðu lærarar og øll tey góðu vinarbondini, sum eg havi fingið hesi trý árini á Glasir.
Tað er umráðandi at vita, at ADHD ikki hevur nakað at gera við intelligensin.
Intelligensurin feilar einki, tá man hevur ADHD, men vit hava trupulleikar við eksekutivu funktiónunum og mugu tí fáa hjálp og vegleiðing í, hvussu vit røkka á mál og tað krevur nógva mentala orku. Vit kenna okkum ofta býtt, tí vit ikki megna at skipa okkum so væl sum onnur, og trupulleikar við eksekutivu funktiónirnar geva meira víðfevndar avleiðingar, orsakað av, at tær eru fleiri ymiskar, óheftar funktiónir, ið kunnu ávirka øll viðurskifti í atburðinum.
Við tíðini lærdi eg, hvat riggaði best fyri meg, og so annað og triðja árið byrjaði eg at hugsað um miðnám sum eitt fulltíðarstarv. Tað vil siga, at eg “arbeiddi” 8 tímar hvønn dag, eisini í vikuskiftunum. Eg fór í skúla kl. 07:30 og gjørdi skúlatingini, sum eg hevði fyri til fyrsta blokk. Í fríkorterunum gjørdi eg so skúlatingini, sum eg hevði fyri til annan, triðja og fjórða blokk. Hetta gjørdi eisini, at eg ikki hevði gloymt tað, sum eg hevði lisið, tá tímin byrjaði. Um vit ikki høvdu skúlating fyri, so brúkti eg fríkorterini uppá innlatingar. Tað var sera strævið, men tað gjørdi eisini, at eg kundi slappa betur av, tá ið eg kom heim.
Eg hugsaði um miðnám sum eitt fulltíðarstarv, har eg var til arbeiðis átta tímar hvønn dag, eisini í vikuskiftinum
3. Hvørji ráð hevur tú til ung við ADHD, sum ynskja sær miðnámsútbúgving?
Fyrst og fremst vil eg viðmæla at tosa opið um, at tú hevur ADHD. Tosa við tínar lærarar ella lestrarvegleiðara um tínar avbjóðingar, og ver ikki bangin fyri at biðja um hjálp ella eyka tíð til uppgávur, um tú hevur tørv á tí. Um eingin veit, at tú hevur ADHD, kunnu tey ikki hjálpa tær!
Tak ímóti allari hjálpini, sum tú kanst fáa. Tað er betur at hava allir hjálparmiðlarnir, hóast tú kanska ikki brúkar teir, enn at hava brúk fyri teimum og ikki hava teir.
Tosa við tínar lærarar ella lestrarvegleiðara um tínar avbjóðingar, og ver ikki bangin fyri at biðja um hjálp. Tak ímóti allari hjálp, tú kanst fáa.
Ger eina dagliga rutinu, sum riggar fyri teg. Brúka kalendarar, TO-DO-listar og áminningar á telefonini fyri at halda skil á skúlatingum og innlatingum. Deil stórar uppgávur upp í smærri partar, og ger eina tíðarætlan yvir, nær teir skulu vera lidnir. Tað er eisini eitt gott hugskot at seta fastar tíðir av til uppgávur og innlatingar, so tær gerast ein partur av gerandisdegnum.
Tað hjálpir eisini at finna eitt róligt stað, har tú kanst hugsavna teg so nógv sum gjørligt við ADHD uttan ov nógv órógv. Eg plagdi altíð bara at vera verandi inni í skúlastovuni tá restin av flokkinum fór altíð út at arbeiða, so tað var deiliga friðarligt inni í stovuni. Fyri meg hjálpti ”noise-cancelling headphones” og oyraproppar sera væl, tá ið eg skuldi hugsavna meg.
ADHD merkir ikki, at tað er ógjørligt at fáa eina miðnámsútbúgving, men tú noyðist kanska at arbeiða harðari og vera meira kreativ í tíni tilgongd
Miðnám kann vera ein avbjóðandi tíð fyri øll, men við røttu strategiinum ber tað væl til. At hava ADHD merkir, at tú kanska skalt arbeiða eitt sindur harðari og vera eitt sindur meira kreativ í tínari tilgongd, men tað merkir ikki, at tað er ógjørligt at fáa eina miðnáms útbúgving.
4. Hevur tað týdning við vegleiðing og hjálp frá øðrum?
Av tí at skúlagongdin setur so høg krøv til alt tað, sum ung við ADHD hava trupult við, hevur tað stóran týdning at fáa hjálp og vegleiðing frá øðrum. ADHD-felagið bjóðar eisini vegleiðing, sum er ein sera góð hjálp. Um eg ikki hevði havt onkran afturat mær, sum kundi vegleiða meg og hjálpa mær, hevði eg ikki havt sama møguleika fyri at gjøgnumføra skúlagongdina
Næmingar við ADHD hava møguleika at søkja um ein leiðbeinara, men í mínum føri hevði eg mammu mína sum leiðbeinara.
Um eg ikki hevði havt onkran afturat mær, sum kundi vegleiða og hjálpa mær, so hevði eg ikki havt sama møguleika. Í mínum føri hevði eg mammu mína sum leiðbeinara og havi eisini brúkt vegleiðingina frá ADHD felagnum.
Mamma mín setti seg væl inní alt, og tað hevur verið ein fyrimunur fyri meg, tí tað er ein stór avbjóðing hjá mær at halda skil á øllum avtalum og rættindum sjálv. Eisini hevur sjeikurin hjá mær verið ein sera stór hjálp í gerandisdegnum, og tí havi eg kunnað hugsavnað meg um skúlan.
Vit í ADHD felagnum takka Fríðu og ynskja henni blíðan byr víðari. Handan skal nokk klára seg!
/ADHD felagið