Fríða á Mýrini hevur skrivað greinina.
Ímynda tær, at vit liva í eini verð, har vit øll noyðast at bera 100 kúlur runt allatíðina, óansæð hvar vit fara, ella hvat vit gera.
Einaferð varð sagt, at tað at hava ADHD kennist sum at vera tann einasti persónurin, ið ikki hevur ein posa at bera tær 100 kúlurnar í. Og tí tekur tað nógv longri tíð hjá teimum við ADHD at klára somu tingini, ið øll onnur klára. Kúlurnar blíva við at detta úr hondunum á teimum, og har er einki at gera við tað. Við tíðini ber man orð fyri at vera dovin, óskipað og óansin. Ongin hugsar um, hvussu ótrúliga flott tað er, at man megnar at bera 50 av 100 kúlum uttan ein posa – tí fólk, sum hava posar, síggja bara, at man einans klárar at bera 50 kúlur, meðan øll onnur bera 100.
Tá man so fær ADHD heilivág, siga fólk: jamen tú tekur jú heilivág, so hví blívur tú við at missa so nógvar kúlur? Men tað, tey ikki skilja, er, at heilivágurin ikki loysir allar trupulleikar! Heilivágurin er sum ein posi fullur av holum. Tað verður kanska lættari at bera kúlurnar enn áðrenn, men enn noyðist man at arbeiða dupult so hart fyri at vera á sama støði sum tey sum hava posar uttan hol.
Diagnosa sum spjaldur
Talið av ADHD diagnosum er vaksið munandi seinastu árini og tað eru nógv fólk – bæði børn og vaksin – ið fáa hongt hetta “spjaldur” um hálsin.
Orsøkin til, at so nógv fáa staðfest ADHD í dag, kann hugsast at vera,at vitanin er betri, amboðini at útgreina við eru betri, og ikki minst eru fólk meira vitandi um at søkja sær eina diagnosu, um tey ikki megna at lúka øll krøvini í samfelagnum.
Vøksturin kann tó eisini hugsast at vera knýttur at rákinum at tosa meira opið um sálarheilsu, eitt nú á sosialum miðlum.
Á sosialu miðlunum er nógv kunning og vitan um ADHD. Fólk í hópatali skriva um og greiða frá teirra søgu til at fáa eina diagnosu, og tað er ikki óhugsandi, at tað er blivið lættari at sjálvdiagnostisera.
Tað positiva er, at hesir miðlar uttan iva økja vitanina um ADHD, men tó er eisini vandi fyri, at man fær skeivar upplýsingar. Fólk kunnu misskilja vanliga atferð og vanlig persónstrekk sum sjúkueyðkenni fyri ADHD. Sjálvdiagnostisering økir tí vandan fyri, at heilt vanligur atburður verður til ein medisinskan trupulleika, og tað setir trýst á skipanina.
Í dagsins samfelag síggja vit eitt nýtt og merkisvert rák, har diagnosur verða brúktar sum spjaldur og eisini sum ein umbering fyri at hava ávísa atferð. Hetta rákið kann hugsast at endurspegla eina breiðari mentanarliga broyting viðvíkjandi, hvussu vit fata og viðgera atferðar- og uppmerksemistongdar avbjóðingar.
Ein orsøk til rákið at leita sær diagnosu kann vera, at vit í dagsins samfelag hava lyndi til at leita eftir skjótum grundgevingum fyri ávísan atburð.
ADHD-spjaldrið er ein hentur máti at taka samanum ymiskar trupulleikar við uppmerksemi og tamarhald á egnum impulsum. Ein ung kvinna greiddi frá, at tað viðhvørt kann kennast sum, at man verður sædd øðrvísi einans vegna ADHD-diagnosuni. Hon hevði upplivað, at um fólk vita, hon hevur ADHD, so er skjótt, at tey skylda alt uppá hetta og døma hana fyri eina diagnosu heldur enn, hvussu hon er sum heild.
At líta ov nógv á diagnosur kann gera torførar og fløkjasligar trupulleikar ov einfaldar og flokka teir í ymiskar bólkar uttan at taka atlit til ymiskleikar, serligar umstøður og einstaka menniskjað, tí vit øll eru ymisk við ella uttan diagnosu.
Harafturat kann tað, at heingja spjøldur á fólk við ADHD, ótilvitað elva til stigmatisering. Spjaldrið kann bera við sær fordómar um uppmerksemistrupulleikar, impulsivitet og hyperaktivitet, ið ávirka, hvussu onnur síggja hesi fólk. Slík stigmatisering kann hava negativa ávirkan á sjálvsvirðið og skapa eina frammanundan avgjørda frásøgn um egin evni. Man kann fara at ivast í um man megnar serliga nógv.
Harafturat kann hugsast, at leikluturin, sum heilivágur hevur í viðgerðini av ADHD, er við til at økja um stigmatiseringina. Nýtslan av stimbrandi heilivági er økt munandi og tað er lætt at fáa fatur í, eisini til misnýtslu, og tað hevur havt stóra ávirkan á orðaskiftið um ADHD og viðgerð.
Í almennum orðaskifti hevur ADHD-spjaldrið eisini verið knýtt saman við kjakum um útbúgvingarskipanir og karmar. Avbjóðingarnar við at tillaga vanligu undirvísingarumstøðurnar til ymiskar hættir at læra kunnu vera viðvirkandi til at eggja foreldrum til at fáa børn síni útgreinað fyri ADHD, tí tey ikki megna tað sama sum “øll” onnur. Tá ið man sum foreldur hevur eitt barn, ið ikki passar inn í tann givna normin, kenna summi foreldur seg noydd at kanna síni børn. Tí tað tykist sum at hugsanin er, at man “eigur” at útgreina barnið, um samfelagið metir teirra atburð vera øðrvísi. Spurningurin er, um spjaldrið altíð endurspeglar veruligar munir í neurologiskari menning, ella um tað heldur er ein reaktión uppá grundleggjandi veikleikar í samfelagnum, herundir undirvísingartilgongdum.
Næmingar á Glasi, ið hava ADHD, greiða frá, at tað kann vera strævið at vera til undirvísing í einum bygningi, sum nærum allur er gjørdur av glas, tí tey verða sera órógvað av at hoyra og síggja aðrar næmingar og lærarar ganga forbí skúlastovurnar allatíðina. Tað ger tað trupult at hugsavna seg i tímanum, tí tá man hevur ADHD kemur alt ófiltrerað inn. Hetta er við til at varpa ljós á tær avbjóðingar, ið fólk við ADHD hava í útbúgvingarskipanini og í karmunum, tey eru undir.
Tíverri hava verandi útbúgvingarkarmar ofta trupult við at taka hædd fyri teimum ymisku avbjóðingunum hjá næmingum við ADHD, og hetta ger tað serliga trupult fyri júst hesir næmingar. Tann vanliga undirvísingin, har dentur verður lagdur á varandi uppmerksemi og minst møguligt av órógvi, kann hugsast at vera serliga avbjóðandi fyri næmingar við ADHD.
Harumframt eru avbjóðingar við stimuli ein partur av ADHD, ið er ein stórur trupulleiki á Glasi, har stimuli eru ovurstór og áhaldandi.
Fatanin av ADHD mennist framvegis. Har er framgongd at síggja, og ADHD er meira viðurkent og minni stigmatiserað í mun til fyrr. Men enn er ikki komið á mál við at seta tiltøk í verk, sum fevna um øll.
Vanliga útbúgvingarskipanin, ið er gjørd við einum neurotypiskum meiriluta í huga, megnar ofta ikki at veita neyðuga stuðulin til næmingar, ið eru øðrvísi. Hetta fevnir ikki einans um útbúgvingarøkið, men eisini um ymisk viðurskifti í lívinum hjá tí einstaka. Arbeiðsmøguleikar, sosialt samspæl og sálarheilsa kunnu ávirkast negativt, tá samfelagsstrukturar ikki taka atlit til tey við avbjóðingum – eisini kalla tey sum eru “neurodivergent”.
At ADHD ofta verður uppfatað sum eitt spjaldur í dagsins samfelag er ávirkað av fleiri viðurskiftum. Tí hóast tað er positivt, at vit øll øll eru meira tilvitað um okkara sálarheilsu, kann hugsast at tørvur er á gjøllari og nágreiniligari kanningum fyri at tryggja neyvari diagnosum, sleppa undan stigmatisering og umhugsa aðrar møguligar tilgongdir at loysa avbjóðingar.
Umframt at hyggja at, hvussu vit best kunnu hjálpa einum við ADHD at bera sínar kúlur, eigaur hugburðurin um ADHD í samfelagnum eisini at broytast.
Tað er neyðugt at kanna, hvussu vit sum samfelag kunnu taka burtur hesi spjøldur, tí tey gera tað ikki einans trupult hjá tí einstaka at bera sína byrðu, tey gera tað eisini torført hjá samfelagnum at skilja og virða persónin handan diagnosuna.
Tað snýr seg ikki bert um at bøta um holini í posanum, men eisini um at skapa eitt umhvørvi, har posin ikki er einasti mátin at bera kúlurnar. Tað snýr seg um at geva rúm fyri ymiskleika, at skapa eitt umhvørvi, ið kann laga seg eftir teimum ymisku tørvunum, uttan mun til hvørji spjøldur hanga kring hálsin.
Skrivað hevur Fríða á Mýrini
2.oktober 2024