Okkara nevnd: Poula

-Ein diagnosa er ikki eitt stempul, men ein forkláring, tí børn við ADHD kenna seg longu øðrvísi enn onnur, sigur Poula.

 

Eg eiti Poula Patursson, eri 46 ár og mamma at trimum børnum, har eina dóttirin hevur ADHD og autismu. Eg eri útbúgvin kliniskur dietistur og starvist á einum bú- og viðgerðarstovni fyri børn og ung. Mítt seráhugamál er sálarheilsa.

Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum?

Mær dámar væl at gera mun og haldi sjálvboðið arbeiði hevur stóran týdning fyri okkara samfelag. Hetta verður fimta árið, eg eri í nevndini, og eg tími væl at blíva við! Okkara felag hevur verið sera aktivt seinastu árini, og eg haldi, at vit hava gjørt stóran mun! Uppgávurnar í nevndini eru bæði fjølbroyttar, spennandi, stuttligar og til tíðir krevjandi – og tað dámar mær ordiliga væl.

Tíni hjartamál í nevndararbeiðinum?

Fyri meg hevur tað stóran týdning at upplýsa fakfólk, sum arbeiða við børnum, soleiðis at skúlar og dagstovnar kunnu blíva betri til at lofta børnum við ADHD. Mín uppliving er, at nógvir lærarar og námsfrøðingar øgiliga gjarna vilja vita meira um ADHD!

Mítt hjartamál er, at fólk við avbjóðingum ikki skulu verða hildin uttanfyri og stigmatiserað, men at samfelagið heldur verður broytt, soleiðis at ØLL kunnu passa inn, eisini ADHD’arar. Og um vit hugsa um tað, so kenna vit óivað øll onkran við ADHD, tí minst 1 út av 20 hevur ADHD! Í dag fáa fleiri og fleiri staðfest bæði ADHD og autismu, og tí hevur tað eisini týdning fyri meg, at vit sum felag breiða vitan út um tað.

Vit kenna óivað øll onkran við ADHD, tí minst 1 út av 20 hevur ADHD!

Títt besta ráð til tey við ADHD ella teirra nærmastu?

Ver ikki bangin fyri “at stempla barnið”. Ein diagnosa er ikki eitt stempul, men ein forkláring, tí børn við ADHD kenna seg longu øðrvísi enn onnur. Tí kann tað gera stóran mun at fáa staðfest diagnosuna, so man fær eina forkláring og soleiðis at øll rundanum fáa meira forstáilsi.
Royn og hav eitt tætt samskifti við stovn og skúla, tí tað hevur stóran týdning at tillaga umstøðurnar, so barnið megnar at vera har. Ofta skal ikki so nógv til at gera ein skúla meira ADHD-vinarligan.
Eg má siga, at eg eri stúrin um øll tey mongu børn og ungu, sum stríðast í dag. Og tí gangi eg høgt uppí at breiða vitan um mistrivnað og sálarliga heilsu hjá okkara børnum.

Mítt besta ráð er at lurta eftir barninum og reagera, um barnið til dømis ikki megnar sín gerandisdag.

Um barnið hevur ilt í búkinum hvønn dag og ikki vil í skúla, so reagera! At hava ilt í búkinum merkir oftast okkurt annað! Og tað gongur útyvir sálarheilsuna, um barnið í longri tíð ikki trívist. Onkuntíð kemur man hartil, at man má spyrja seg sjálva, um skúlin ella stovnurin er rætta tilboðið til barnið! Tí tað tekur tíð at byggja eitt barn upp aftur, sum er knekkað, so lat ikki standa til ov leingi.
Takk fyri meg <33