ADHDtilvit 2025: Spurningar í samband við at seta orð á avleiðingar:

Hjálpið okkum at seta orð á avleiðingar við ov seinari útgreining. Vit vilja savna svørini og vísa politiska mynduleikanum tey og velja nøkur burturúr at vísa á miðlum.

1000 takk um tú útfyllir og sendir okkum á adhd@adhd.fo. Øll svørini verða viðgjørt í stórsta trúnaði og ónavngivin.  

  1. Ert tú kvinna / maður
  2. Í hvørjum áratíggju ert tú fødd/ur.  
  3. Gongur tú í skúla, ert í starvi (fulla tíð ella niðursetta tíð), einari fyriskipan ella okkurt ananð? (Vinarliga nevn hvørjari fyriskipan):
  4. Hvussu gamal/gomul vart tú, tá tú varð útgreinað/ur
  5. Kanst tú nevna tríggjar avbjóðingar, ið fylla mest.
  6. Kanst tú seta orð á, hvat títt mál/dreymur er.
  7. Hvat kann hjálpa tær, at røkka tínum málum.
  8. Hevur tín ADHD/ADD diagnosa hjálpt, um ja, hvussu:

Send svørini til adhd@adhd.fo