Tíðindaskriv frá ADHDfelagnum:
Vit seta nú hol á altjóða ADHDtilvitanarmánaðan við evninum: “Avleiðingar av ov seinari útgreining”.
Okkara vón er, at skapa tilvit sum kann birta undir einum konstruktivum virðiligum kjaki, har vit kunna finna loysnir, soleiðis at Føroyar kunnu verða førandi – at vit javseta psykiatri og vit seta tíðliga inn, soleiðis at øll verða útgreinaði rættstundis – tað gevur nevnliga útlit til somu lívsgóðsku, sum onnur, mált á livitíð, inntøku og heilsu.
Í Føroyum eru vit nógv seinri at úgreina fyri ADHD/ADD, umframt at vit hava útgreinað nógv færri enn okkara grannalond. Føroyingar vilja lata seg útgreina og fáa hjált, tað síggja vit í seinastu tølunum frá Landssjúkrahúsinum, ið vísa at 792 vaksin og 254 børn standa á bíðilista til psykiatriina. Vit fegnast um, at so nógv fólk eru tilvitaði um, at tað finst hjálp og at tey søkja sær hjálpina. Tó, so hevur heilsuverkið ikki fylt við, við tí úrsliti, at ein risa stórur pukkul er komin á, so heili 1048 standa í kø til psykiatri í dag. Hesi bíða, ímeðan avbjóðingarnar vaksa og útlitini fyri einum góðum lívið versna.
Psykiatriin er relativ nýggj í Føroyum og serliga barnapsykiatriin, sum varð skipað so seint sum í 2010’unum. Í dag hava vit vitanina og viðgerðina, men mangla politiskt tilvit og raðfestingina til psykiatrina, soleiðis at eingin nýtist at ganga óútgreinaður og óviðgjørdur, og so líðandi missa lívsgóðskuna, heilsuna og arbeiðsførleikar.
Fyri at skapa meira ADHDtilvit hava vit fleiri átøk og tiltøk allan oktober, her eru nakrir brellbitar:
- Vit fara at geva útgreinaðum og óútgreinaðum møguleika at seta orð á avleiðingarnar av ov seinari útgreining. Sí meir á ADHD.fo
- Vit fara at royna at seta ljós á samfelagsligar avleiðingar av ov seinari útgreining, tí uttan viðgerð ert tú í nógv størri vanda fyri misnýtslu, óarbeiðsføri, hjúnarskilnaði, kriminaliteti og at fáa fylgisjúkur so sum tunglyndi, angist v.m.
- 30.oktober verður spennandi alment tiltak í Perluni, har vit taka samanum og stinga út í kortið. Tórunn Ósá námslektari, fer at leggja fram tøl frá Ph.d granskingini, sum hon leggur seinastu hond á: “Títtleikin av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022”. Eisini fer okkara egna stuttliga Eyð-britt Tjaldrastein at hugleiða um avleiðingarnar av ADHD. Meir um hetta seinri.
- Vit fara at útgeva greinar og leggja ymiskt út á sosialu miðlarnir.
Fyrsta tiltakið verður ein limakafé við hjúnunum Petru og Per í MEGD sunnudagin 5.oktober kl.15:00. Nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir.
Við vón um góða undirtøku, siðiligt kjak og skjótar loysnir, ið bera við sær, at Føroyar eisini er besta landið fyri neurodivergent.
Góðan ADHDtilvitanar mánaða!
Vinarliga nevndarlimir og tiltakslimir í ADHDfelagnum
Bjørg Dam
Poula Patursson
Maiken á Mýrini
Petra Weihe Mikkelsen
Pætur Nattestad Petersen
Óli í Garðamørk
Birita Kjærbo
Eyð-Britt Tjaldrastein
Nina Brockie Hansen