Teir 7 politikarnir til kjakið á tiltakinum “1049 standa í bíðirøð til psykiatri, hvat er at gera?”

7 góð umboð fyri politisku flokkarnir koma at kjakast um longu bíðikøina til psykiatriina, og fáa høvið at koma við teirra boðum um, hvussu tryggja vit skjótari útgreining, rætta og rættstundis viðgerð?

Vit eru sera takksom fyri góðu undirtøkuna.

Fyri at lýsa støðuna væl og virðiliga, hava vit fingið Tórunn H. Ósá, námslektara og Ph.d.lesandi, at leggja fram nýggj tøl úr sínari Ph.d verkætlan, sum snýr seg um børn við neurologiskum sjúkum í Føroyum og svøvntrupulleikar. Hóskvøldið nemur hon serliga við “Títtleikan av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022”.

Tórmóður Stórá leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum kemur at lýsa støðuna á vaksinpsykiatriini í mun til ressursir, og hvørjar avleiðingar bíðitíðin hevur fyri tey sum bíða.

Ingolf S. Olsen stýrir kjakinum og stuttliga Eyð-Britt Tjaldrastein kemur við einari øðrvísi hugleiðing um avleiðingarnar av ov seinari útgreining.

ADHD felagið vónar, at hetta verður byrjanin til endan á longu bíðitíðini.

Árliga ADHDviðurkenningin verður, sum siðvenja er eisini latin.

-Tiltakið verður stroymt og goymt í vitanarsavninum á adhd.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin í Perluna hóskvøldið 30.oktober frá kl. 19-21.15.