Vit eru væl nøgd við nýggja samgonguskjalið og síggja fleiri batar frama fyri fólk við ADHD/ADD og øðrum neuromenningarligum avbjóðingum. Serliga fegin eru vit um, at Barna- og ungdómspsykiatriin positivt er nevnd, men vit harmast um, at vaksinpsykiatriin ikki er nevnd, tí tað standa fleiri enn 850 vaksin fólk og bíða eftir útgreinan fyri ADHD/ADD.
Tó so fegnast vit um fleiri setningar í samgonguskjalinum her eru nakrir av teimum:
-Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt.
-Tilboð skulu vera til tey, sum ikki trívast og aftra seg við at fara í skúla.
-Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast. Støðið skal altíð takast í næminginum, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum. Skipanin við Sernámi skal eftirmetast.
-Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving.
-Vit skulu skipa eina endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan, har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til.
-Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum.
-Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum.
-Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum.
Felagið ynskir nýggja løgtinginginum og landsstýrinum blíðan byr
/ADHDfelagið



