Limakafé 5.mai
Tað er 1.sunnudagur í mánaðinum og tað merkir, at í dag kl. 15 verður ADHD limakafé í MEGD. ADHD limakaféin er eitt høvi, har limir kunnu møtast og fáa eitt gott óformelt prát. Sum oftast eru evnir á skrá, men viðhvørt er tað einki ávíst evni, men teir spurningar, ið limir koma við, ið prátið …. Continue Reading
Okkara nevnd: Bjørg
-Sonurin og hansara ADHD er tað, sum hevur lært meg mest her í lívinum! sígur Bjørg Dam Eg eiti Bjørg Dam og eri 48 ár. Eg eri sjálvstøðug vinnurekandi, forkvinna í ADHD felagnum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Eg eri eisini mamma at tannáringi við ADHD. Hví ert tú í nevndini í ADHD felagnum? …. Continue Reading
Okkara nevnd: Pætur
Eg eiti Pætur Nattestad Petersen og eri 33 ár. Eg starvist hjá Almannaverkinum og í Blákrossheiminum. Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum? Eg havi sjálvur ADHD og eri í nevndini í ADHD felagnum, tí eg ynski at varpa ljós á, hvat ADHD er. -Eg vil arbeiða fyri, at tað ikki skal verða tabu at …. Continue Reading
Okkara nevnd: Poula
-Ein diagnosa er ikki eitt stempul, men ein forkláring, tí børn við ADHD kenna seg longu øðrvísi enn onnur, sigur Poula. Eg eiti Poula Patursson, eri 46 ár og mamma at trimum børnum, har eina dóttirin hevur ADHD og autismu. Eg eri útbúgvin kliniskur dietistur og starvist á einum bú- og viðgerðarstovni fyri børn …. Continue Reading
Okkara nevnd: Maiken
Eg eiti Maiken á Mýrini og eri 57 ár. Eg havi eina 20-ára gamla dóttir við ADHD. Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum Mær dámar væl at vera við í nevndararbeiðnum. Við mínari vitan og royndum ynski eg at gera mun. Tíni hjartamál í nevndini? Míni hjartamál eru at arbeiða fyri ung við …. Continue Reading