Jensjáku fekk ársins ADHD viðurkenning 2023
Rusuti Jensjáku Hansen vunnið ársins ADHD viðurkenning! – Fjórða árið á rað hava vit givið einum persóni tann serliga heiðurin at fáa ársins ADHD viðurkenning. Jensjáku Hansen hevur í ár 2023 fingið tann væluppiborna heiðurin at fáa ársins viðurkenning. Hjartaliga tillukku! – Á heiðursbrævinum stendur “Takk fyri at tú varpar ljós á ADHD á tín …. Continue Reading
OPIÐ HÚS í Reinsarínum
Sunnudagin 29.10 bjóðar ADHDfelagið til opið hús í Reinsarínum. Oktober er altjóða ADHDtilvitanar mánaður, og tí ynskja vit øllum hjartaliga vælkomin til eitt tilvitanartiltak. Endamálið er at breiða ADHDtilvit, og tí vilja vit geva øllum høvi at koma og ogna sær vitan um alt, ið hevur við ADHD at gera. Tú kanst spyrja, lurta, práta …. Continue Reading
Tormóður Stórá: Nevromargfeldi, arbeiðsmarknaður og ADHD-fyrimunurin.
Eingin sprintari er sprintari allan dagin! Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari á Landssjúkrahúsinum greiddi á ADHDmegnartak 2023 frá nøkrum av tí, ið kom fram á 9. heimskongressini um ADHD í Hollandi í mai 2023, har yvirskipaða evni varð “Modernisering av hugtakinum ADHD”. Gransking hevur søguliga snúð seg um risiko við ADHD, við fokus á manglar og …. Continue Reading
ADHDtilvit 2023
ADHDtilvitanar mánaðan fara vit at leggja gera góðu framløgurnar út, ið vórðu á ráðstevnuni ADHDtilvit í juni. Vit byrja við setanarrøðuni hjá Eriku Hayfield, Ph.d. lektari í samfelagsvísindum, sum sera væl greiðir frá ADHD frá einum samfelagsligum sjónarhornið. Hon kemur inn á framíhjárættindini hjá nevrotypiskum, vansan við groupthinking/bólkahugsan og fyrimunin við ymiskhugsandi. Samfelagsligi kostnaðurin av …. Continue Reading
Altjóða ADHD tilvitanarmánaður.
ADHD Awareness month er afturvendandi altjóðað tiltak, har ADHDfeløg, stovnar, einstaklingar varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD.Umleið 5% av børnum og 2,5% av vaksnum hava sambært WHO ADHD, og tí er heimsherferðin frama fyri upplýsing og tilvit fyri hundatalsmilliónum av fólkum. Føroyska ADHD felagið hevur seinatu árini verið við, og hevur framleitt filmar, plakat, podvørp, …. Continue Reading