ADHD-rákið í dagsins samfelag – ein hugleiðing
Fríða á Mýrini hevur skrivað greinina. Ímynda tær, at vit liva í eini verð, har vit øll noyðast at bera 100 kúlur runt allatíðina, óansæð hvar vit fara, ella hvat vit gera. Einaferð varð sagt, at tað at hava ADHD kennist sum at vera tann einasti persónurin, ið ikki hevur ein posa at bera tær …. Continue Reading
ADHD tilvitanarmánaði 2024
Oktober mánaður er ADHD tilvitanarmánaður, og sum vanligt skipaði ADHDfelagið fyri tiltaki týskvøldi. Endamálið umframt at skapa tilvit, er eisini at framleiða lætttilgeingiligt tilfar um ADHD og ADD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum. Hetta við at stroyma og goyma framløgurnar á miðlasavninum á ADHD.fo. Ársins evnið er “Øll læra IKKI líka” og …. Continue Reading
ADHD viðurkenning 2024
Tað var ein samd nevnd, ið avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024. Maybritt hevur verið okkara vegleiðari í felags ADHD- og autismuvegleiðingini síðani 2021. Eisini er Maybritt okkara bólkaleiðari í barna- og ungdómsbólkunum. Gjøgnum sítt arbeiði hevur Maybritt hjálpt nógvum børnum, ungum og foreldrum. Maybritt er sera væl skikkað til …. Continue Reading
kl. 19 22.okt stroym “Øll læra IKKI líka”
Kl. 19 í kvøld byrjar stroymingin av tiltakinum “Øll læra IKKI líka” Okkum dámar best, at verða í sama rúmi við tær, so ordiliga deiligt, um tú kanst koma í Reinsaríið. Men um tað ikki ber til, so eru vit sera takksom fyri at tú fylgir stroymingini. So túsund takk fyri at tú upplýsir teg …. Continue Reading
“Øll læra IKKI líka!” er ársins evni á ADHD-tilvitanarmánaðinum.
“Øll læra IKKI líka!” er ársins evni á ADHD-tilvitanarmánaðinum.Á spennandi tiltaki í Reinsaríinum týskvøldið reisa vit spurningin “Hvussu læra vit best” Til at nærkast einum svarið hava vit sett saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, har Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum fer at lýsa avbjóðingarnar limirnir í felagnum hava av hesum. Síðan kemur 20 ára …. Continue Reading






