ADHD viðurkenning 2024

Tað var ein samd nevnd, ið avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024.

Maybritt hevur verið okkara vegleiðari í felags ADHD- og autismuvegleiðingini síðani 2021. Eisini er Maybritt okkara bólkaleiðari í barna- og ungdómsbólkunum. Gjøgnum sítt arbeiði hevur Maybritt hjálpt nógvum børnum, ungum og foreldrum.

Maybritt er sera væl skikkað til at vera vegleiðari í ADHD og autismufelagnum. Hon hevur stóra vitan, nógvar royndir, og so hevur hon eitt serligt blítt og heitt lyndi, so fólk kenna seg væl, tá tey koma til hennara.

Vit hava hoyrt frá fólki við ADHD og serliga foreldrum at børnum við ADHD, at Maybritt hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við at lurta og geva eina framúr skikkaða vegleiðing innan alt frá at skipa gerandisdagin, til hjálpiamboð í skúlanum til at vera við sum hjásiti til truplar fundir. Í nevndini hava vit eisini merkt hennara eldhuga, og hon hevur veitt okkum fakligt innlit innan nógv øki.

Vit eru errin av, at handa ársins ADHD viðurkenning 2024 til Maybritt við Strond.