Limakafé um tryggingar
Sunnudagin 2. mars høvdu vit eina sera góða limakafé um tryggingar.
Vivian Johansen og Alexandur Johansen frá TRYGD høvdu upplýsandi framløgu um tryggingar.
TRYGD biður ikki um heilsuváttan ella skal hava fráboðan um, um ein trygginggartakari hevur nakra diagnosu: So tað verður ikki gjørt mun á, hvør tryggingartakarin er, og tí kunnu øll tekna trygging hjá TRYGD, tá talan eru um omanfyri hesar tryggingar.
- Biltrygging
- Innbústrygging
- Vanlukkutrygging
- Viðgerðatrygging
Í mun til aðrar trggingar t.d. lívstryggingar og og óarbeiðsføri er hetta tryggingar TRYGD ikki hevur, men samstarvar við LÌV.
Ert tú í iva um tína trygging kanst tú senda fyrispurning til trygd@trygd.fo ella ringja á tlf. 358 100.