Sum nakað nýtt, fara vit nú at hava sjálvhjálparbólkar online á Teams.
Ert tú kvinna, hevur ADD/ ADHD og ynskir at koma í ein online sjálvhjálparbólk?
• Melda so til á tel. 202303 í seinasta lagi 28. apríl 14:00.
Tað er fyrst til myllu prinsipp!
Bólkurin byrjar:
• í viku 18
Bólkurin verður skipaður soleiðis:
1: Samrøða onlinr, ein til ein við bólkaleiðara.
2: Møtast online 8 ferðir á ein tíma við bólkinum.
3: Endasamrøða online, ein til ein við bólkaleiðara
Praksis krøv: Atgongd til teldu við Teams og møguleika, at sita í einarúmi.
Samtykkið, tagnarskylda vm. at undirskriva og fáa kunning um dátuverndarlóg verður gjørt við fyrstu samrøðu við bólkaraleiðara.
Um fígging fæst, er ætlanin at hava fleiri ymiskar online bólkar.