Nýtt ADHD poddvarp

Nýtt ADHD-poddvarp frá Psykiatriini!

Visti tú, at Psykiatriin hevur gjørt eina heilt nýggja poddvarprøð um ADHD?

https://www.sjukrahus.fo/deildir-og-ambulatoriir/deildir-og-ambulatoriir-a-z/adhd/poddvarp

Tað er Elin í Stórustovu, sum hevur lagt poddvarpið til rættis, har nógv viðkomandi evni verða viðgjørd – bæði fyri børn, ung, vaksin og avvarðandi. Alt frá útgreining, heilivág og arbeiðsmarknaðin til kend fólk, sum greiða frá um teirra diagnosu.

Vit eru serliga errin av, at okkara egna næstforkvinna, Poula Patursson, er við í tveimum pørtum, har tann eini parturin snýr seg um ADHD og mat. Ein áhugaverd samrøða við nógvum praktiskum ráðum.

Eisini greiðir okkara skilagóði vegleiðari, Maybritt við Strond, frá um ung og ADHD

Vit mæla øllum til at lurta.

Screenshot