Fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði – undantikið í juli og januar – hava vit limakafé.
Endamálið er at skapa eitt forum, har limir kunnu møtast, deila royndir og tankar og fáa vitan um ymiskt evnir.
At tað er fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði er tí, at tað skal verða lætt at minnast.
Okkara ynski er, at hava ymisk evnir á skrá í ein lítlan tíma ella so hvørja ferð, har t.d. ein nevndarlimur, eitt fakfólk ella ein limur greiða frá. Vit leggja eisini stóran dent á, at hetta er eitt forum – at hugni og tað at møta hvørjum og koma hvørjum øðrum við, hevur stóran týdning.
Allir limir eru hjartaliga vælkomnir og sjálvandi eisini tey, ið ynskja at gerast limir. Til ber at melda seg sum lim á staðnum (limagjald er 200kr árliga).
Tiltøkini eru í okkara høli í MEGD-húsinum, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.
Hevur tú hugskot/ynski til evni, ella hevur tú hug til at halda eitt upplegg á okkara limakafé? So kanst tú skriva til okkum á adhd@adhd.fo ella via messenger á facebook og Instagram. So royna vit at fáa títt ynski við á skrá í 2026


