At blíva vaksin er ein avbjóðing fyri tey flestu, men hjá ungum við ADHD kann tað kennast sum at vera við til eina rennikapping, har øll onnur longu kenna rutuna, meðan tú sjálvur framvegis roynir at finna út av, hvussu tú fert í gongd.

Í tannárunum fer heilin ígjøgnum stórar broytingar. Hjá ungum við ADHD mennast økini við at hava yvirliti, planlegging og impulsstýring munandi seinni – í summum førum upp til 30 %.
Hetta ger yvirgongdina til eitt sjálvstøðugt lív serliga krevjandi.
Vegleiðingin hjá danska ADHD felagnum “Støt din teenager med ADHD/ADD til selvstændighed” gevur ítøkilig ráð um, hvussu tú kanst stuðla tínum barni á leiðini til at gerast sjálvstøðugur sum vaksin – í sínum egna tempo.


