Leygardagin 21. februar kl. 15:00 hevur ADHD felagið aðalfund. Fundurin verður hidin á Hotel Hilton.
Tilmelding krevst. Ynskir tú, at luttaka á aðalfundinum so er at senda okkum ein teldupost á adhd@adhd.fo. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Skrá:
kl. 15:00 Bjørg Dam, forkvinna, bjóðar vælkomin
Kl.15:10 Framløga Moyggjabitin og Sjóhesturin – ein vegur til betri trivna gjøgnum kroppin við Beintu Bak Simonsen barnafysioterapeutur
kl. 15:45 Byrjar formligi aðalfundurin smb. skrá felagsins
(Stuttur steðgur verður kl.16.10)
Val av orðstýrara
1. Ársfrágreiðing forfólksins
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
3. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
4. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
5. Viðgerð av innkomnum málum
6. Val av nevndarlimum
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt
Teir nevndarlimir, sum standa fyri vali hesuferð eru Maiken á Mýrini, Óli í Garðamørk og Birita Kjærbo.
Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Øll eru vælkomin at stilla upp í nevndina.
Kundi tú hugsað tær:
at vera við til at betra um korini hjá fólki við ADHD/ADD og avvarðandi teirra
at varpa ljós á ADHD
at skipa fyri tiltøkum
at verið ein partur av einari spennandi og gevandi ADHD nevnd
So er at stilla upp í nevndina
Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert vælkomin at venda tær til okkum á adhd@adhd.fo ella ringja til forkvinnuna á tlf. 211428


