Limakafé sunnudagin 01. mars 2026
Sunnudagin 1. mars hava vit aftur limakafé. Hesuferð er evnið sjálvhjálparbólkar.
Pætur Nattestad Petersen kemur at tosa um okkara sjálvhjálparbólkar og hvussu tað er at ganga í sjálvhjálparbólki í ADHD felagnum. Pætur er bólkaleiðari í sjálvhjálparbólkinum fyri menn.
Vit hava fleiri sjálvhjálparbólkar í felagnum hvørt ár, og tað vit hoyra aftur og aftur, er at tú fært ein heilt serligan felagsskap og kennir teg ikki øðrvísi, eisini fært nógva vitan um ADHD.
Øll eru hjartaliga vælkomin.


