Maybritt við Strond fekk FUR heiðursløn

Í gjár vóru vit so heppin, at verða boðin við til handan av FUR heiðurslønini, sum bleiv latin til Maybritt við Strond, sum hevur barna- og ungdómsbólkarnar hjá ADHD felagnum.

Maybritt leggur alt sítt hjarta í arbeiðið. Við sínum eldhuga og stóra umsorgan hevur hon hjálpt nógvum børnum og ungum, sum hava havt tørv á einum staði, har tey kunnu kenna seg trygg og vælkomin.

Tá børnini og tey ungu koma í bólkarnar hjá Maybritt, merkja tey beinanvegin, at her er eitt stað, har tey bæði verða sædd og hoyrd.

Hetta gevur teimum sjálvsálit og eina kenslu av at hoyra til.

Vit hoyra javnan frá børnum, ungum og familjum teirra, at Maybritt hevur gjørt ein veruligan mun í teirra lívi. Hennara arbeiði vísir okkum á, hvussu týdningarmikið tað er, at síggja og stuðla teimum, sum hava tað torført – tí við røttum stuðli kunnu vit geva teimum vón, trivnað og virkni.

Vit eru so takksom fyri tað fantastiska arbeiði Maybritt ger fyri barna- og ungdómsbólkarnar í ADHD felagnum.

FUR (Føroya Ungdómsráð) letur heiðursløn til verkætlanir, bólkar og einstaklingar fyri teirra arbeiði fyri børn og ung í Føroyum. Endamálið hjá FUR við at lata heiðurslønina er m.a. at geva eldsálum innan barna- og ungdómsarbeiði viðurkenning, at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði, vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum, og at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum