Summarferia er og nógvar familjur gleða seg til eina pausu frá teimum føstu karmunum í gerandisdegnum. Men hjá børnum við ADHD kann frítíðin vera meira enn bara avslapning og hvíld. Aftaná eitt ár við krøvum, sosialum sambondum, skiftum og mongum sansaupplivingum kunnu nógv børn hava stóran tørv á at koma fyri seg aftur og endurvinna orkuna.
Neurodivergent børn brúka ofta eyka orku upp á at stýra sínum uppmerksemi, impulsum og kenslum, og tí uppliva summi foreldur, at barnið virkar meira irritabel, óróligt ella meira sárbær, júst tá ferian byrjar. Hetta kann vera eitt tekin um, at sosiala battaríið hjá barninum hevur tørv á at blíva lada aftur eftir eina langa tíð í skúla ella ansingarstovni.


