Vit eru sera, sera fegin og takksom eftir eitt fantastiska væleydnað ADHDtilvit tiltak í Perluni í gjárkvøldið har yvir 100 fólk vóru møtt.
Við evninum „Kvinnur og ADHD/ADD – tað, tú ikki sært“ settu vit sjóneykuna á tær mongu avbjóðingarnar, sum gentur og kvinnur við ADHD/ADD kunnu standa við – og sum onnur ikki altíð síggja.
Tað gjørdist eitt heilt serligt kvøld við sterkum søgum, viðkomandi fakligari vitan, erligum samrøðum og ikki minst einum fantastiskum samanhaldi.
Ein stór tøkk til Katrin Kallsberg og Tormóð Stórá fyri áhugaverdar og læruríkar framløgur, og til Duritu Fagradal Augustinussen, Saranju Hammer og Maluna Mohr fyri at deila tykkara persónligu søgur so opið og erliga. Tit vóru við til at seta orð á nakað, sum nógv kenna seg aftur í, men sum ikki altíð er so lætt at greiða frá.
Eisini ein hjartans tøkk til Elina í Stórustovu og okkara forkvinnu Bjørg Dam fyri at leiða okkum so væl gjøgnum kvøldið.
Okkara fantastiska og kreativa Eyð-Britt Tjaldrastein hevði við sínum serliga hegni og góða eyga fyri smálutum gjørt pallin í Perluni so ómetaliga vakran og hugnaligan. Eina stóra tøkk til tín góða Eyð-Britt.
Og ikki minst – eina stóra tøkk til tykkum øll, sum møttu upp.
At yvir 100 fólk valdu at brúka sítt hóskvøld saman við okkum, vísir, hvussu stórur tørvurin er á at varpa ljós á kvinnur og ADHD/ADD.
Vit eru ómetaliga glað fyri stóra áhugan, uppmøtingina og allar tær góðu samrøðurnar. Tað er júst hetta, sum gevur okkum áræði at halda fram við arbeiðinum fyri størri tilvitan, fatan og betri umstøðum hjá fólki við ADHD/ADD í Føroyum.















