Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum
Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndina úr 6 upp í 7 limum, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin í felagnum er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini. “Langt er eftir á mál, og …. Continue Reading
Sjálvhjálparbólkar til ung við ADHD/ADD byrjar 7.apríl
Bólkaleiðari verður Maybritt við Strond, DAT viðgerði og logoped. Melda til við at senda teldupost við navn, aldur og telefonnummar til adhd@adhd.fo Bólkarnir eru í Havn mikudagar frá kl. 17-19.
Árligi aðalfundurin verður 20.mars 2021 í MEGD
Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós evnið ADHD og misnýtsla. Hevur tú ADHD/ADD ert tú í nógv størri vanda fyri at fáa einhvørja misnýtslu. Norðurlendsk hagtøl vísa, at 3.hvør rúsevnismisnýtari og 5.hvør alkoholikari hevur ADHD/ADD. Hettar ofta ein háttur at sjálvmedisinera eitt óviðgjørt ADHD. Vit vita, at tíðliga hjálp …. Continue Reading
Førleikamenning innan fólkaskúlan
Í Skúlablaðnum ger forkvinnan, Bjørg Dan vart við týdningin, at serundirvísing eigur at verða kravdur partur av læraraútbúgvingini, og valfak til teirra, ið ynskja at leggja seg eftir serundirvísing í eitt nú í serflokkum. Eftirútbúgving og leypandi førleikamenning er eisini sera týdningarmikið, nú vit eru í einum paradigmuskifti, hvat ADHD viðvíkir… http://www.skulabladid.fo/ta%C3%B0-munar-at-varpa-lj%C3%B3s-%C3%A1-adhd
ADHD viðgerð fyribyrgir rúsevnismisnýtslu!
Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina, so tey m.a. læra at megna at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum. Norðurlendsk hagtøl vísa, at umleið 3. hvør rúsevnismisnýtari og 5. hvør rúsdrekkamisnýtari hevur ADHD! Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina …. Continue Reading