ADHD Felagið: Staðilig áheitan

staðilig áheitan um at fara aftur til samráðingarborðið

ADHD felagið heitir staðiliga á partarnar um at finna eina virðiliga og góða loysn, so børn við serligum tørvi aftur sleppa í skúla!

Nú allir ljóskastarar eru á stuðlar í fólkaskúlanum, vilja vit kasta í kjakið sæð út frá okkara eygum, sum foreldur og avvarandi.

Fleiri børn við ADHD/ADD eru tengd í longri ella styttri tíðarskeiði at einum stuðli, ið hevur ta stóru uppgávu at tryggja barninum góða atkomu til læring. Stóra uppgávan snýr seg um at møta barninum júst har, tað er og seta inn við tí spesifikku sernámsfrøðini, ið einstaka barnið tørvar.

Fyri okkara børn hevur relatión, stabilitetur, vilji og fakligheit alt at siga.

Uttan góðan stuðul frá stuðlum trívast og mennast børn við serligum tørvi ofta ikki – og tíverri kunnu tey tá enda við at verða sálarliga so skødd av skúla, at tey kanska ongantíð verða sjálvbjargin.

Ikki bert menniskaliga men eisini samfelagsliga er skilagott at raðfesta námsfrøðiligan stuðul.

Sernámsfrøði og starvið sum stuðul innan fólkaskúlan er rættiliga nýtt, og arbeiðssetninurin er ikki neyvt defineraður, eisini tí uppgávurnar eru so ymiskar. Økið er í einari uppbyggingarfasu, men har eru nógvar avbjóðingar, ið vit vilja vísa á.

Avbjóðingar á økinum eru m.a.

  • Eftirútbúgving og førleikamenning innan serøkið hevur verið í stoypiskeiðini í nógv ár, tó er einki komið enn.
  • Vit hoyra javnan um stuðlar í fólkaskúlanum, sum fara úr starvi, tí teir fáa betri setanartreytir og førleikamenning í øðrum starvi.
  • Námsfrøðiútbúgvingin og eisini læraraútbúgvingin hava alt ov lítið av sernámsfrøði og serdidaktikki.
  • Stuðlar verða oftast settir til sjálvan flokkin, heldur enn til einstaka barnið við serligum tørvi. Tað ger tað trupult hjá barninum at skapa relatión og fáa stabilitet.
  • Hagtøl vísa, at út av teimum 94 stuðlunum, ið vóru í fólkaskúlanum í 2019/20 vóru heili 42% ófaklærd, restin vóru námsfrøðingar og nakrir lærarar.
  • Tey 42% eru greið tekin um, at fakligheitin velur økið frá, hóast serøkið sum heild er nógv eftirspurt hjá námsfrøðingum. Hetta má og skal undirvísingarstýrið gera nakað við!

Sernámsfrøði og stuðlar eru sera týdningarmikil liður í tí, vit dagliga rópa “tíðliga innsatsur”.
Tíðliga innsatsur er besta íløga og trygd fyri góðari lívsgóðsku og sjálvbjargnar borgarar.

ADHD felagið fer við hesum at heita á Mentamálaráðið um at endurskoða stuðulsøkið, soleiðis at stuðlar fáa betri, greiðari og rættvísari treytir at arbeiða undir, soleiðis at trivnaður og fakligheit økist.

Hettar er treyt fyri, at okkara børn við serligum tørvi kunnu fáa relatión, stabilitet og fakligheit, og gerast sjálvbjargnir samfelagsborgarar.