ADHD felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýttár!
Vit takka fyri dygga undirtøku, bæði frá okkara limum, stuðlum, land og kommunum, sum hava hjálpt okkum at røkka fleiri av málunum vit settu fyri árið. Tað var í ár, at vit komu uppum 400 limir, ja nú árið endar eru vit næstan 450 limir! Tað var í ár, at vit fingu pening frá fíggjarlógini …. Continue Reading
Kunstterapibólk fyri børn, ung og vaksin!
ADHD felagið er í samstarv við Vivian Sjóðklett um kunstterapibólk. Í eina rúma tíð hevur felagið bjóðað væleydanaðar sjálvhjálparbólkar, har tað er vitan um neuropsykiatriska órógvið, læring av amboðum, samveran og dialogur, sum eru kjarnin. Nær? byrja í januarHvussu ofta? 4-8 ferðir, velst um, hvussu nógv eru í bólkinumPrísur? Ókeypis, men tú mást verða limur …. Continue Reading
ADHD Limakafé verður aftur sunnudagin kl. 15 í MEGD.
Jens Jákup Hansen fer at siga frá sínum lívið áðrenn og aftaná at hann fekk staðfest ADHD, og hvussu tað hevur hjálp at góðtaka støðuna. Eisini kemur Jónathan Hayfield at siga sína søgu, og hvussu ADHD er ein fyrimunur. Maiken og Bjørg eru vertir.Allir limir vælkomnir, til ber at melda seg sum lim á staðnum …. Continue Reading
ADHD felagið fingið 40.000kr í gávu frá Kiwanis
Á limakaféini hjá ADHD felagnum í Reinsaríinum í oktober, kom nývaldi forsetin í Kiwanis Tórshavn, Fríðbjørn Poulsen, á gátt og handaðaði forkvinnuni Bjørg Dam stóra peningagávu á 40.000kr. Altjóða felagsskapurin hevði avgjørt at lata felagnum pening til arbeiði frama fyri børnum og ungum við ADHD/ADD, so sum at gera upplýsandi tilfar og sjálvhjálparbólkar, ið felagið …. Continue Reading
Súni fekk ADHDviðurkenningina 2022
ADHDtilvitanarmánaður er, og sum vanligt verður latin serlig ADHDviðurkenning til ein, ið hevur útmerkað seg á onkran hátt innan ADHD/ADD. Í ár varð ADHDviðurkenningin latin Súna Jacobsen, lærara og rennandi eldsál í serskúlatilboðinum undir skúlanum á Fløtum, ið er staðsett í gamla skúlanum úti á Argjum, og sum millum manna verður nevnt “Guli skúli”. Poula, …. Continue Reading







