ADHD felagið ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýttár!

Vit takka fyri dygga undirtøku, bæði frá okkara limum, stuðlum, land og kommunum, sum hava hjálpt okkum at røkka fleiri av málunum vit settu fyri árið.

Tað var í ár, at vit komu uppum 400 limir, ja nú árið endar eru vit næstan 450 limir!

Tað var í ár, at vit fingu pening frá fíggjarlógini til vegleiðing, sjálvhjálparbólkar v.m.

Vit hava framleitt ein film, gjørt eina ADHD plakat í samstarv við Livar Nysted, vit hava verið á ADHDrundferð í Vági, hildið ótal av framløgum fyri alskyns áhoyrarum, luttikið á fundum og netverkum, vit hava latið ADHD viðurkenning, vit hava haft regluligar limakaféir, bás í SMS osf.

ADHD felagið er eitt spennandi og aktivt felag, vit hava nógv at arbeiða fyri og vit gleðast um, at viðurkenningin, vitanin og hugburðurin til ADHD/ADD batnar!

Vit hava nógv mál eftir, tí enn er bíðirøðinar alt ov langar til psykiatriirnar báðar. Enn er alt ov lítil vitan og hjálp úti á barnagørðum, skúlum, miðnámsskúlum og Setrinum. Fólk við ADHD/ADD hava ov ringar møguleikar til tillagaðan arbeiðsmarknað, at verða eldri við ADHD er als ikki ítalusett enn. Hvussu kunnu vit við ADHD amboðskassanum hjálpa sosialt útsettum familjum, og hvussu kunnu sosialu mynduleikarnir verða betri íklæddir at møta og hjálpa hesum familjum?

Enn er nógv eftir at gera og tí eru vit innarliga takksom fyri stóru limatilgongdina, tí hon gevur motivatión og okkum slagkraft og tyngd, tá vit arbeiða fyri okkara málum.

Tað er stuttligari at verða fleiri øðrvísi saman.

Ein longri ársfrágreiðing verður gjørd á hvørjum ári og løgd fram á ársaðalfundinum.

Við vón um framhaldandi góða limatilgongd og gott samstarv.

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum