Nýggja nevndin í ADHD felagnum
Nevndin í ADHD felagnum anno 2023 Á aðalfundinum 19.februar bleiv nýggj nevnd vald í ADHD felagið. Sjey fólk eru í nevndini og 5 tiltakslimir. Ætlanin er at arbeiða eftir sama leisti sum higartil. Vit hava longu fingið nógv av skafti, men enn eru nógv mál á skrá. Limakafé og sjálvhjálparbólkarVit hava havt fasta limakafé hvønn …. Continue Reading
Vælkomin til mítt lív – filmslýsing
”Vælkomin til mítt lív” er heitið á nýggjari filmslýsing hjá ADHD felagnum. Vit nærkast endanum á ADHD-tilvitanarmánaðinum, og gleðast vit um at kunna bjóða tykkum vælkomnum til lívið hjá einum við ADHD. Tá tú hevur ADHD, er heilin í støðugari rørslu og megnar illa at tillaga uppmerksemið. Sansaskipanin sansar alt – uttan filtur. Filmurin vísir eina gerandisstøðu gjøgnum eyguni og oyruni …. Continue Reading
Opinleiki um ADHD hevur gjørt mun, sigur Karolina, mamma at drongi við ADHD
Tá sonurin fekk diagnosuna ADHD sum 10 ára gamal, valdu vit at verða opin um tað og deila hetta við skúla, vinir og familju. Orsøkin til, at vit valdu at verða opin um diagnosuna, var einføld: Forstáilsi! Í fleiri ár sóu vit, at okkurt var øðrvísi við soninum, trupulleikar sum hann hevði, sum bæði hann …. Continue Reading
Bræv til foreldur í skúlanum – dømi 2
Ein mamma at gentu við ADHD hevur deilt sítt bræv, sum hon skrivaði til foreldrini í skúlanum. Vit hava kallað gentuna XX, so brævið er dulnevnt. Tú ert vælkomin at kopiera tekstin og gera títt egna bræv. Tað kann til dømis deilast á telduposti við allan foreldrabólkin ella í facebookbólkinum hjá flokkinum. Brævið kemur …. Continue Reading
Bræv til foreldur í skúlanum – dømi 1
Ein mamma at drongi við ADHD hevur deilt sítt bræv, sum hon skrivaði til foreldrini í skúlanum. Vit hava kallað drongin fyri X og gjørt brævið dulnevnt. Tú ert vælkomin at kopiera tekstin og gera títt egna bræv. Tað kann til dømis deilast á telduposti við allan foreldrabólkin ella í facebookbólkinum hjá flokkinum.Brævið kemur her: …. Continue Reading