Gleðiligar páskir og TAKK
ADHD felagið ynskir øllum gleðiligar páskir Og hjartans TØKK til okkara 500+ limir Uttan tykkum hevði okkara arbeiði ikki borið til. Tað hevði ikki borið til at bjóða sjálvhjálparbólkar, sum veruliga gera mun hjá nógvum. Tað hevði ikki borið til at hildið okkara føstu limakaféir, sum eru bæði áhugaverdar og ofta rørandi. Og tað hevði …. Continue Reading
Út at ferðast við ADHD
Tá tú hevur ADHD ella aðrar ósjónligar avbjóðingar og ætlar tær út at ferðast, er hent at kenna til ~ fylgjarakortið ~ Vis hensyn kort og ~ sólblómubandið Pass og pengar eru eitt, men visti tú, at tú kanst søkja um at fáa eitt fylgjarakort frá MEGD, um tú hevur eina diagnosu sum eitt nú …. Continue Reading
Glasbørn – tey yvirsæddu systkini
Hvat merkir tað at vera eitt glasbarn? Glasbørn eru systkin at børnum við serligum tørvi. Glasbørn kunnu kenna seg yvirsædd – sum at foreldrini og onnur bara síggja í gjøgnum tey, tí alt fokus fer á barnið við serligum tørvi. Vit hoyra ofta um, at í familjum, har eitt barn hevur ADHD, er ofta ikki …. Continue Reading
Børn við ADHD fáa meira skeld
Børn við ADHD eru blivin skeldað 20.000 ferðir oftari enn onnur børn, tá tey fylla 12 ár (Kelda: danska ADHD-foreningen www.adhd.dk). Tey børn, sum oftast blíva skeldað heima, fáa eisini mest skeld í dagstovni og skúla. Tí sær man eisini, at børn við ADHD hava lægri sjálvsvirði enn onnur børn. Minst 5% hava ADHD, sum …. Continue Reading
Nýggja nevndin í ADHD felagnum
Nevndin í ADHD felagnum anno 2023 Á aðalfundinum 19.februar bleiv nýggj nevnd vald í ADHD felagið. Sjey fólk eru í nevndini og 5 tiltakslimir. Ætlanin er at arbeiða eftir sama leisti sum higartil. Vit hava longu fingið nógv av skafti, men enn eru nógv mál á skrá. Limakafé og sjálvhjálparbólkarVit hava havt fasta limakafé hvønn …. Continue Reading