Nýggjastu bíðilistarnir frá LS vísa greitt, at støðan á psykiatriska økinum er alarmerandi. Umfatandi átøk eru kravd umgangandi, tí nú ryðjur undan!
– Allar góðar intentiónir og átøk frá Kaj Leo Holm Johannesen hava als ikki fingið tamarhald á økið, tvørturímóti!
-Er tíðin ikki komin til eina ADHD miðstøð, sum arbeiðir fyribyrgjandi, viðgerðandi og ráðgevandi og bjóðar eitt heildartilboð til alla familjuna? Psykiatriin, felagsskapir og einstaklingar hava í fleiri ár ávarað og rópt varskó!Leiðslan á psykiatriska deplinum hevði í 2018-19 eina ætlan fyri eina ADHD klinikk, men sum bert fekk ein brotpart av neyðugu fíggingini.
Man skuldi haft lurtað eftir og brúkt kend altjóða hagtøl fyri at framtíðartryggjað økið, so høvdu vit neyvan staðið við alinlongum bíðilistum, sum tyngja alla psykiatriina, starvsfólkini á økinum og øll tey 529 fókini og teirra avvarandi.
Orsøkin til longu bíðilistarnar er, at eitt paradigmuskifti er farið fram á psykiatriska økinum. Gjøgnum nógv ár er vitanin og viðgerðin fyri ADHD, ja alt neuropsykiatriska økið blivin betri og betri. Viðgerðin gevur eina munandi betri lívsgóðsku og framtíðarútlit fyri bæði børn og vaksin.
Børn við ADHD, ið onga hjálp fáa, ganga ímóti einum lívið við nógv hægri sannlíkindum at fáa hjáárin, so sum angist, tunglyndi, etingarólag, stress, skúlaaftran og koma í kriminalitet, misnýtslur av ymsum slag og verða í ólukkum. Tey fáa lægri útbúgving, lægri inntøku og fara at kenna seg útihýst og øðrvísi alt lívið! Men, um tey fáa tíðliga hjálp, so vendir myndin og tey hagfrøðiliga, fáa somu útlit sum øll onnur børn! – Hettar er fakta!
Vaksin við ódiagnosteraðum ADHD, hava flest øll livað eitt strævið lív, merkt av onkrum hjáárinum! -Tey megna kanska ikki longur at arbeiða, og fara alt ov ung av arbeiðsmarknaðinum, ikki tí tey vilja, men tí tey eru útbrend, psykiskt útbrend! – Men tað nýtist ikki at verða so! – Kjarnin í øllum er, at ADHD viðgerðin er so effektiv, at negativa gongdin kann vendast óansæð, hvar í lívinum ein er. Hettar hevur psykiatriin eisini víst á í fleiri ár! Vaksandi tølini á bíðilistunum, hava sum sagt verið væntandi og avvarandi av økinum hava rópt varskó í fleiri ár, so at vit eru endaði í hesari syndarligu støðuni nú, er tíverri manglandi raðfesting, vitan og virðing fyri, hvat psykatri, psykoedukatión og sernámsfrøðin kann í dag! B
íðilistin fer at vaksa enn meir, tí hagfrøðiliga hava eini 2000 fólk ADHD/ADD í Føroyum.Vit vita ikki, hvussu nógv longu eru útgreinaði, tí nógv lata seg útgreina privat. Eitt kvalifiserað boð er, at eini 600-1000 fólk kunnu koma á listan afturat til úgreining fyri ADHD/ADD, umframt tey áleið 1-2%, sum hava autismu og aðar psykiatriskar líðingar.
Tað góða er, at vit hava nógv góð fakfólk og vitana, ið munar! Tað sum manglar er viðurkenning, raðfesting og peningur, soleiðis at tey, sum hava uppbygt og brenna fyri økinum, kunnu gera neyðugu átøkini fyri tey, sum longu eru útgreinaði og tey sum mangla.
Eg meini, at tíðin er komin til at seta á stovn ein veruligan miðdepil fyri neurodivergent fólk við ADHD, autismu v.m, sum á ein holistiskan hátt, kann taka hond um allan persónin og familjuna.
Tað hevði verið ein sera stórur fyrimunur, um tað var EIN hurð til fyribyrging og viðgerð, júst sum nýggja diabetismiðstøðin Steno verður. Framhaldandi góðan altjóða ADHD tilvitanarmánaða og altjóða Sálarheilsudag!
Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum.
Leinkja til bíðilistan er her https://sv.ls.fo/…/b%C3%AD%C3%B0ilistar-og-b%C3%AD%C3…
Leinkja til neyðarrópið frá oktober 2021https://adhd.fo/greinar/2021/bidilistarnir-eksploderadir/
Aðrar greinar um bíðilistarhttps://bjorgdam.blogspot.com/…/brn-bia-i-18-mdr-og…https://adhd.fo/…/eingir-pengar-radfestir-til-at-faa…/