Børn við ADHD eru blivin skeldað 20.000 ferðir oftari enn onnur børn, tá tey fylla 12 ár (Kelda: danska ADHD-foreningen www.adhd.dk).
Tey børn, sum oftast blíva skeldað heima, fáa eisini mest skeld í dagstovni og skúla. Tí sær man eisini, at børn við ADHD hava lægri sjálvsvirði enn onnur børn.
Minst 5% hava ADHD, sum svarar til minst ein næming í hvørjum skúlaflokki. Tí er tað viðkomandi fyri øll, ið starvast við børnum, at seta seg inn í, hvat ADHD er fyri nakað.
Tað ger stóran mun fyri barnið við ADHD, at øll vaksin rundan um skilja og viðurkenna avbjóðingarnar. Annars kunnu óhepnar støður skjótt uppstanda.
Til dømis kann tað enda við skeldi, um barnið ikki megnar at sita stilt líka leingi sum hini.
Ella barnið verður kritiserað fyri at órudda ov nógv á sínum plássi.
Ella barnið oftari endar í konfliktum, tí tað reagerar alt ov ógvusliga í fríkorterinum, har eingin vaksin er í nánd.
At hava trupult við at sita stilt, vera ruddiligt og at regulera sínar kenslur eru júst nøkur av kjarnusymptomunum í diagnosuni ADHD.
Men manglandi vitan um ADHD kann hava við sær, at vaksin vænta tað sama av børnum við ADHD sum øðrum børnum.
Eitt barn, ið hevur brotið beinið, fær ikki skeld fyri ikki at ganga í trappunum sum øll hini. Hví krevja vit so, at eitt barn við ADHD kann tað sama sum onnur?
Við meira vitan um ADHD til allar lærarar og námsfrøðingar kunnu nógvar óhepnar støður unngangast. Tí tað ger stóran mun, at eitt barn við ADHD verður møtt við forstáilsi og opinleika heldur enn kritikki!
ADHD felagið