Øll læra ikki líka – 9 góð ráð um ADHD og skúla
Í samband við ADHDtilvit 2024 deila vit hesi 9 góðu ráðini um ADHD og skúla, sum er gjørt í samstarv við @serligmamma.
Børn við ADHD hava trupult við eitt nú at fylgja við ella at sita still, og tíverri trívast tey ofta verri enn onnur børn.
Her eru tí nøkur hugskot til hvat foreldur og skúlin kunnu gera fyri at stuðla og hjálpa barninum.
Tí eitt barn við ADHD skal ikki bara rættast til, men rúmast, sum tað er. Alt ov ofta verða børn við ADHD skeldað, tí tey “ikki duga at uppføra seg”. Men: Øll læra ikki líka, og tí sær tað ofta eisini ymiskt út, tá børn eru til tíma.
#ølllæraikkilíka #adhdfelagið #adhdtilvit #adhdawarenessmonth #skúliogadhd #líviðviðadhd #líviðviðautismu #adhdfo #viðurkenning