Mikudagin 20. november var felagið við til móttøku av bókini & , sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað.
Bára sigur soleiðis: Eitt heystkvøld fyri 3 árum síðani fekk eg hugskotið til hesa bók. Uttan at eg sjálv ætlaði tað, kom søgan til mín, á besta ADHD – hátt, næstan orð fyri orð.
Søgan um & snýr seg um, hvussu tað er at hava eitt menningarórógv.
Bára ynskir, at børn, ið hava ADHD, skulu kenna seg aftur og fáa eina betri sjálvsfatan, ikki føla seg einsamallan ella øðrvísi.
Bókin lýsir, á ein barnavinarligan hátt, hvussu tað kennist at hava menningarórógv og hvørjar avbjóðingar ein kann hava, orsaka av hesum. Men eisini verður víst á hvørjar eginleikar hesi menniskju hava og kann bókin verða við til, at geva børnum (ið hava ADHD) eina betri sjálvsfatan.
Øll kunnu fáa ágóðan av hesi bók, bæði børn og vaksin og serliga tey, ið eru avvarðandi at menniskjum, ið hava menningarórógv.
Váreyð Jacobsen hevur teknað flottu myndirnar til bókina.
Bókin kostar kr. 168,- og er at fáa hjá Rit & Rák, Gamla bókahandil og Bókabúðini.
ADHD felagið ynskir Báru hjartaliga til lukku við bókini.