Hoyring – Heilsutænasturnar skulu nærri borgarunum (‘Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum’) 

Hoyringsskriv til Heilsumálaráðið

 

Til Heilsumálaráðið 

Tórshavn, 10 september 2024 

 

Vit takka fyri at verða hoyrd og høvið at luttaka í kunningarfundinum hin dagin.  

Støðan í dag.  
Í dag verða børn og vaksin oftast ávíst til barna- ella vaksinpsykiatriina gjøgnum kommunulæknan.  

Sambært bíðilistayvirlitinum á LS,fo stóðu í juli 2024 299 børn og 608 vaksin í bíðikøini. Barnapsykiatriin hevði 237 børn til 1.viðtala og vaksinpsykiatriin einans 33 seinasta árið.   

Í KVF í seinastu viku segði Tormóður Stórá, at 90% av teimum, ið verða ávíst fyri ADHD fáa staðfest ADHD.  

Ein útgreining tekur nakrar vikur, ímeðan tað er oppfylging og viðgerð, ið kann taka langa tíð.  
Tað krevst ein psykiatara at staðfesta ADHD/ADD og langa bíðikøin ger, at fleiri verða noydd at finna privatan psykiatara, so heldur ADHDfelagið, at landið átti at stremað eftir, at øll skuldi kunna verið útgreinaði í almenna heilsiverkinum, ímeðan eftirviðgerðin við nógvum fyrimunum skuldi ligið uttanfyri landssjúkrahúsið.  
Á hendan hátt, hevði heilsuverkið kunnað tryggjað góða útgreining og heilivágsviðgerð.  
 

Viðgerðin fyri ADHD er ofta helvt um helvt heilivágur og psykoedukation. 
Psykoedukatión er í stuttum, at læra um sína diagnosu, fáa innlit og amboð til at tálma avbjóðingunum ADHD’ið hevur við sær, tað kann verða impulsiviteti, tankamyldur, hyperaktivitet v.m.  

ADHD er soleiðis statt, at fyrr ein kemur í viðgerð betri lívsgóðsku hevur ein, hetta mált uppá lívslongd, inntøku, útbúgving o.líkn.  
Tí er tað sera týdningarmikið etiskt, samfelagsgagnligt og fíggjaligt skilagott, bæði at útgreina fólk so tíðliga sum gjørligt, umframt at veita heilivág og psykoedukatión.  

Psykiatriin á Landssjúkrahúsinum hevur hvørki ressursir at útgreina ella veita uppfylging ella psykoedukatión.  
 

Støðan innan ADHD/ADD og alt tað psykiatriska økið er tí heilt ótolandi!  

Avleiddur samfelagsproblematikkurin er, at fólk fáa sær privata útgreining, og enda í einum parallellum sjálvfíggaðum heilsusporið, har eisini spurningur verður settur við góðskuna av útgreiningini og heilivágsnýtsluna!  
– Gongdin er við til at skeikla og taka álitið undan vælferðasamfelagnum, tí tað eru tey, ið ikki einas eru við til at fíggja almenna heilsuverkið, men skula eisini sjálvfíggja egnar heilsutænastur!  

– Hettar er ein sera stórur ójavnrætturin millum psykiatriskar og fysiskar diagnosur, umframt er við til at gera stórar gjáir millum rík og fátøk.  

Tí eru vit sera positiv og síggja at hettar lógaruppskotið kann verða bæði við til at tryggja øllum við AHDD/ADD kring landið somu og eina góða viðgerð og uppfylging.  

Í samgonguskjalinum stendur, at landsstýrið arbeiðir við fyri at javnseta psykiatriskar diagnosur og tað fer hettar lógaruppskotið eisini at gera, um ADHD/ADD viðgerð og uppfylging verður partur av heilsutænastunum í nærumhvørvinum.  

ADHDfelagið heldur, at tað er sera skilagott at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum.  

Eftir at ein borgari hevur fingið staðfest ADHD/ADD í psykiatriini á Landssjúkrahúsinum ella hjá privatum psykiatatara, og er liðugur við heilivágsinnkoyring og er stabilur, er sera stórt ynski til, at uppfylgjandi viðtalur verða hjá einum serligum ADHD/ADD samskipara, sum er partur av heilsudeplunum í nærumhvørvinum hjá borgarunum.  

Hetta kundi verið eftir sama leisti, sum landsdemenssamskiparnir eru útbúnir, skipaðir og settir.  
Tó at hesir í framtíðini verða partur av heilsudeplunum. 
 
Í dag ganga nøkur til uppfylgjandi heilivágsviðgerð hjá egnum kommunulækna. Hettar virkar væl í nøkrum førum. Tó er sera ymiskt, hvussu væl kommunulæknar kenna ADHD, og hvussu teir kunnu veita góða psykoedukatión. Tað eru eisini fleiri kommunulæknar, ið ikki kenna seg tryggan/ ella vilja útskriva ADHD heilivág.  Tí meta vit, at ein ADHD/ADD samskipari hevði verið besti háttur, at tryggja øllum, óansæð hvønn kommunulækna ella hvar í landinum ein býr, eina góða heilivágsuppfylging og psykoedukatióksviðgerð. 

At hava tilboðið úti í nærumhvørvinum fer at lætta sera nógv um hjá vaksandi talinum av familjunum, hvørs børn og/ella foreldur stríðast við ADHD/ADD. 

ADHDfelagið vil fegin verða við til eina royndarskipan, og sær fyri sær at okkara patientbólkur er sera upplagdur til eina royndarverkætlan, tí tað finnast sera dugnalig og væl kvalifiseraði fólk, ið kundu byrjað sum ADHDsamskiparar beinanvegin, umframt at ADHD viðgerðin krevur fleiri viðtalur í byrjanini, men er ofta so effektiv at longri er í millum. Sostatt skal munandi lítil orka frá heilsuverkinum til, at patienturin fær tað munandi betri. Stórsti vinningurin vildi eisini verið, at psykiatriin kundi brúkt ressursurnar uppá útgreiningarnar og tyngri patientar.  

ADHDfelagið vil fegin verða við til arbeiði við einari royndarverkætlan.  

ADHD felagið hevur í fleiri ár víst á tørvin á einari ADHD/ADD klinikk, men duga væl at síggja, at tilboð í nærumhvørvinum er ein fyrimunur, og um tað verður samskipa við íblástri úr Demenssamskipanini, so hevði tað kunna betra munandi um ADHD/ADD økið.  

At enda vilja vit sum ADHDfelag vísa á, at í norðanlondum hevur heilsu- og almannaverkið útveitt uppgávur til ADHD feløgini, tað kann verða uppgávur so sum at undirvísa úti á skúlum, á arbeiðsplássum, framleiða tilfar og standa fyri upplýsing og kunning generelt.  

MEGD hevur hevur áður víst til keldu, at 1 króna latin til eitt “sjúklingafelag” gevur 10kr aftur.  

Vísandi á okkara sjálvhjálparbólkar og vegeiðing, ið vit hava koyrt í meir enn 3 ár, kunnu vit vísa á, at vit eiga eisini at brúka feløgini meir.   

UM ADHDfelagið 

ADHD felagið er eitt av 24 limafeløgunum í MEGD, og er eitt av føroya størstu feløgum við fleiri enn 650 gjaldandi limum. Felagið búleikast í hølum í MEGDhúsinum og bjóðar limunum m.a.:  
 
ADHDvegleiðing  

Sjálvhjálparbólkar  
Lukkaður facebookbólkur fyri limir  
ADHDlimakafé 

-Limabræv 
-Kunning á heimasíðu og sosialu miðlunum 
-Føroyskt tilfar um ADHD/ADD 
-ADHDmegnartak, ið er ein afturvendandi ráðstevna 
-Eina sjónliga, konstruktiva og árvakna umboðan, ið áhaldandi arbeiðir fyri javnrætti til nevrospykiatriskar diagnosur, viðurkenning og upplýsing. 
 
Søgan: 
ADHD-felagið varð stovnað í 1995 undir heitinumMBD/Damp-felagið. Eftir at hava ligið stilt í nøkur ár, varð felagið endurstovnað í 2009, og fekk tá navnið ADHD-felagið. Síðani 2019 er felagið vaksið úr 28 limum til núverandi limatal.  

Limir 
Øll, sum taka undir við viðtøkum felagsins kunnu verða limir.  

Fíggjarviðurskifti 
ADHD felagið fær í 2024 350.000kr av fíggjarlógini at reka ADHD vegleiðing og sjálvhjálparbólkar fyri. Aðrar inntøkur eru frá limagjaldi, stuðli, gávum, og vit søkja m.a. limagrunnin hjá MEGD til verkætlanir, tiltøk, útgávur o.a.  

Vinarliga Bjørg Dam 

Forkvinna 

Tlf 211428